- Project Runeberg -  Lesibók /
366

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hansara, sum er uppøst og rodnað av leikinum og grómut
av krútroyki, liggur storknað blóð.

Men týðuligast talar tann komandi dagur — táið aftur
er klárt og sólblankt — um misgerning hansara.

Tá eru teir lamskotnu lomvigarnir at hitta í björgunum
— ússaligir og deyðsjúkir sita teir á rókunum millum teirra
frísku felagar. Ella teir hava ikki verið mentir so langt,
men eru kropnir upp á sker fram við strendurnar til at
doyggja so einsamallir og fteyðstaddir sum nakar Guðs
skapningur kann doyggja.

Simun av Skarði.

Norski bróðir.

Eg var mær og’ vitjaði bróður,
sum er størri og eldri enn eg;
mangan hevir hann verið mær góður,
mangan víst mær á beinasta veg.
Greiddi eg honum frá,
hvussu vónloysi lá
yvir mær og so mínum landi við.

Eg við sorg honum sannleikan segði,
at her kuldin skjótt drap alla vón,
at tann kavin, sum veturin legði,
ikki tána vil burtur av lón,
at her stird er hvör sál,
sum hon úr Heljar skál
hevði drukkið haft deyðadrykkin sín.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0384.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free