- Project Runeberg -  Lesibók /
369

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hjá bóndanum í Stórustovu, Heini, sonur bóndans í Innaristovu,
og Óli Jákup, ið ættaður var úr Leirvík; hann var ikki 30 ár,
men var tó elsti maður á bátinum og formaður fyri ferðini.

Hvussu teimum gekst á suðurferðini og í Havn, er lítið
at siga frá. Á handilsstaðnum var mósn og tjak og tarni
sum altíð; fólkið var nógv, og hvor maður royndi at
skunda sær.

Tað var eitt leygarkvóld, at teir vóru lidnir at fara av
stað úr Havn. Náttarmyrkrinuin góvu teir ikki gætur, tí tað
var full sól. Teir og fleiri aðrir fóru við góðum treysti.
Uppsalabáturin, sum eisini var eftir jólagóða, fylgdist við
teimum. Hetta var móti nátt, men — sum áður sagt —
mánalýsi var. Loftið var ljótt og slímut, so at mánin slapp
ongatíð út úr. Hann stóð á landsuðri í ættini; men lotið
var ógviliga lítið, tá teir fóru. Har aftur ímóti var
sjógv-urin tungur og slafsutur. Tá teir komu norður fyri Eystnes,
var sjógvurin so ringur og líkindini so vánalig, at
Uppsala-báturin, sum var fullur av varu, helt av. Hann fór so inn
á Skalafjórð og setti upp á Toftum. Skarðs- og
Haralds-sundsbáturin var ikki so tungur sum Uppsalabáturin, og helt
hann norður fyri bjorg. Sjóvarillskan tók til, og tá teir
komu norður móti Nevi, mátti ansast eftir. Enn var ikki
vindur komin; men loftið varð hættiligari og hættiligari, og
ikki var at ivast um, at veðrið fór at versna. Nokur hvóss
vindblók komu niður á sjógvin, og fyri Lambavík fingu teir
samanhangandi vind. Tá ið teir komu norður at Mjóvanesi,
var slík ódn í sjónum, at teir ikki tordu at leggja á streingin,
meðan myrkt var. Teir lögdu seg so har at bíða einalötu;
men tá vax vindurin so ógviliga brádliga, og skjótt sló hann
í rætt rok av iandsynningi-eystri. Tá var ikki hugsandi um
at fara um Mjóvanes, og har var tí ikki annað at gera enn
at dríva inn eftir Lambavík og royna at bjarga lívinum har.
Tað var hálv ókt til dags, tá teir komu inn móti bygdini,
og teir fóru við tað sama at rópa alt teir vóru mentir fyri
at fáa fólk at vakna, um tað var móguligt; tí tá var
storm-urin so nógvur og brimið longu so mikið vaxið, at tað var
vónleyst hjá teimum at leggja at landi, tá ið einki kunnugt

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0387.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free