- Project Runeberg -  Lesibók /
370

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

fólk var at taka móti teimum. Teir lógu leingi og andøvdu
úti fyri lendingini; men eingin kom oman. Einaferð talaðu
teir um at seta ein mann upp á land til at bera boð í
bygd; men einki varð av, tí teir sóu seg ikki føran fyri tí;
teir óttaðust fyri, at báturin fór at sorlast, um teir —
ókun-nir menn — lógdu at landi; teir hóvdu eisini so tungt við
at andøva, at teir neyvan kundu lata mann frá sær. Teir
máttu tí geva seg til tols og fóru uppaftur at rópa, meðan
brimið vax øgiliga.

Hetta var sunnumorgun, og Lambamenn lógu í tryggum
svóvni; um einhvór hoyrdi eitt sindur av óljóði, so hugsaði
eingin, at tað kom frá monnum í vanda. Men tá ið
morg-unin leið so mikið, at tað var nærum hálvaljóst, skildu
Lam-bamenn gjógnum stormbaldrið mannamál, og teir vóru vísir
í, at tað mátti vera neyðarróp. Har fleyg hvór maður, sum
nakar dugur var í, av seingini; summir drógu brøkurnar upp
á lórini, hosurnar upp á leggirnar og lupu so av húsum,
summir hattleysir og klútaleysir og í berari stúku upptil.
Tað var so at siga í sama viðfangi, at teir stóðu á
sjóvar-klettinum við línum og togum, meðan brimrok og
ódnar-veður leikaðu um teir. Gamli Klæmint í Lamba orkaði
ikki á stónna; men hann bað teir, sum oman fóru, eina
hugsa um at bjarga monnunum; veðrið var so ringt, at hann
helt tað vera óða manna verk at hugsa um at bjarga varum
og báti eisini, og hann legði teimum dýrt við eina at
hugsa um menninar; tað var tó minni skaði, um at báturin
sorlaðist og varan týndist. —

Lambamenn sóu við tað sama, at einki gjórdist á tí
rættu lendingini; har leikaði verri enn so. Teir veittraðu tí
bátin at landi okkurt um ein hálvfjórðing frá henni í tí syðra
víkararminum, og har skuldi roynast, um varan tó ikki kundi
bjargast. Men ilt var við at gera, og ymist var, hvussu tað
kundi koma at ganga; tí stormurin var so nógvur, at minst
fýra menn máttu andøva fyri at hava bátin leysan av landi.
Stundum breyt sjógvur inn, so ein mátti ofta sita við
eyst-rið; og ikki vóru menninir meira enn sex. So fóru teir at
toyna at stjóra; tí upp á annan máta var ikki hugsandi um

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0388.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free