- Project Runeberg -  Lesibók /
371

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

at fáa nakað í land. Tá ið varan var komin upp á turt,
varð hon burtur úr loyst, og so drógu teir á bátinum stjóran
aftur til sín fyri at binda varu upp í hann aftur; og soleiðis
fóru teir nú fram við at bjarga varuna. Men sjálvsagt kundi
tað ikki gerast í einum viðbragdi; tí tað var nóg strevið at
verja bátin í ódnarsjónum. Men Lambamenn vóru frálíka
dúgligir og skilagóðir, og arbeiðið fall sera væl fyri teimum.
Nakað av varu fór fyri einki. Einaferð slitnaði stjórin, og
tað, sum uppi í var, fekst ikki aftur. Eina aðra ferð fór
kjaftbandið av einum klæðsekki, sum var fullur av tobbaki;
tað fór eisini alt fyri einki; tey í Stórustovu í Haraldssundi
áttu tað. Tá ið varan var komin á land, skuldu tveir menn
eisini fara upp úr bátinum. Fleiri kundu ikki fara; tí minst
fýra máttu vera eftir til at andøva honum upp ímóti
vind-inum. Árant og Símun vóru yngstir (um sextanárs
aldur-in), og teir skuldu fara upp á land, áðrenn báturin varð
tikin. Teir máttu stjórast eins og varan. Símun bant sjálvur
togið um kroppin á sær og smoygdi sær so út um; men tá
ið teir fóru at draga á landi, sóu teir, at buktin á tognum
lá föst um stavnin. Skjótt kom Símun upp undan aftur, og
hann fekk hendurnar um æsingina og loysti sjálvur togið av
stavninum, og so varð hann drigin á land, og honum kom
einki til skaða. So skuldi Árant stjórast á land; men av tí,
at hann sá, hvussu tvörliga tað gekst Símuni, tókti honum
nakað nógv fyri at leypa .á sjógvin, og hann stóð tí og
himpraðist eina lötu, eftir at hann hevði bundið togið á
seg-Men so einaferð, sum báturin slongdist nakað nær at
landi-num, gjördi Árant lop á seg, og hann var so heppin, at
hann fekk fótafesti á landi. Nú var báturin eftir; men hann
mátti takast við teimum fýra monnunum, annaðhvört hann
so kom heilur ella sorlaður á land. Eftir bakendanum mátti
hann takast; tí stormurin var so nógvur, at ikki kundi
bjóð-ast til at venda honum undan veðrinum. í bakendanum á
báti er o’ngatíð barðhol, og tí máttu línurnar gerast fastar
innanborðs. Ein varð gjörd föst í hvörjum borði um
lær-bekk, og hin triðja varð smoygd niður gjögnum soguna og
gjörd föst um skutbondini. Nógv var fólkið á landi, so

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0389.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free