- Project Runeberg -  Lesibók /
372

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

gott var, at línurnar vóru tríggjar. Tá alt lá rætt fyri og
teir hildu bera frægast til, tóku teir bátin, og tað var so at
siga í somu stund, at hann, við teimum fýra monnunum í,
var á landi og enntá óbrotin. Lítið var undirlendið, har
sum báturin var upp tikin, og ikki bar til at fáa hann upp
um bakkan; hann varð ti bundin fastur, so væl sum tað læt
seg gera, og varan varð borin niðan undir klettin og lógd
har. — Seinri varð útroknað, hvussu mikið burtur var farið
av varu; virðið av tí varð so líknað upp á allar menninar,
og var tað 7 mark (2 kr. 33 oyr.) sum hvór maður hevði
mist. Nógv av teirri bjargaðu varuni var eisini spilt; og
skuldi virðið av tí spilta verið lagt aftrat hinum, ið burtur
var farið, so hevði tað verið nógvur peningur.

Nú var alt komið á land, og gleðin var stór, bæði hjá
teitnum úr vanda vóru bjargaðir og hjá Lambamonnum,
sum hendan ódnarmorgun hóvdu sýnt slíkan sjaldsaman
dugnaskap og fimleika til at hjálpa neyðarmonnum. So varð
farið til hús, og ógviliga væl var móti teimum tikið; teir
fingu alt gott at eta og drekka og heitar seingir at fara f.
Símun hevði tilhald hjá Jógvani bónda, sum júst tá var og
ferðaðist norður í Gerðum; men Marin, kona hansara, sum
var úr Norðurstovu (í Gerðum), var blíð fyri tvey. Hon
tók sær av nókrum bankaseðlum, sum Símun hevði í
lum-manum, og sum vóru rábleytir og skræddir og rukkutir;
men hon turkaði teir so væl og fór so hampuliga við
teim-um, at hann fekk fult virði fyri allar. Árant og Óli Jákup
gistu hiá Hanusi, sum ættaður var úr Hósvík, og giftur við
Ingu, ið var dóttir Djurhuus’ prósts. Óli Jákup var altíð
ein treiskur maður, og hann vildi ikki sum hinir fara at
leggja seg, tó honum var boðið at fara til songar; hann
vildi fyrst sita í lestri hjá Hanusi bónda. Tá ið Árant fekk
tað at vita, vildi hann, sum var ungur og kanska eitt sindur
errin, heldur ikki leggja seg fyrr enn lisið var. Men tá ið
liðugt var at syngja til, og Hanus var farin at lesa lesturin,
sovnaði Árant og datt á gólvið. Inga húsfrúin reisti hann
upp og leiddi hann inn í eitt seingjakamar; har hjálpti hon

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0390.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free