- Project Runeberg -  Lesibók /
373

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

honum úr klæðunum og í songina, og so svav hann bæði
væl og leingi.

Mánadagin var toluligt veður uttan fyri; men brimið
var so nógv, at teir lógdu ikki lag í at fara. Týsdagin var
aftur kyrrað, og tá fóru teir.

ímeðan vóru Uppsalamenn, surn upp hóvdu sett á
Toft-um, norður farnir, og teir vistu at siga, at Skarðs- og
Ha-raldssundsbáturin var farin fyri bjórg sunnunáttina; men
eingin hevði frætt, at hann var fram komin. Jógvan
Jcalls-maður á Uppsölum var tungur um hjartað av hesum
tíðin-dum. Sakaris, húskallurin í Stórustovu, var, sum áður nevnt,
sonur hansara, og Jákup á Skarði var systursonar hansara.
Skuldu teir nú vera burtur gingnir? Hetta fall honum alt so
mikið tyngri, sum systir hansara, Katrina, ið gift var til
Skarðs, sat einkja. Maður hennara var ein av teimum, sum
vóru burtur gingnir við Skarðsbátinum um várið. Og nú
kundi stúrast fyri, at sonur hennara var farin sama vegin.
Ein annan drong átti hon, men hann var lítil piltur. Jógvan
kallsmaður fór tí norður til Haraldssunds at vita, hvussu
hýrurin mundi vera har. Men har vóru ringar vónir; tí
eingin væntaði teir longur at koma aftur. Jógvan var ikki
mentur til fullnar at geva fólki góðar vónir; men hann
royndi at ugga tey við, at teir kundu hava sett upp í
Lamba, tó at hann sjálvur ikki tordi at trúgva upp á tað. í
döpurhuga fór hann malandi suður á Fiskimól (ein
hálv-fjórðing sunnan fyri Haraldssunds bygd), og hann sá tá ein
bát koma rógvandi undan Búðunum, meðan menninir sungu
so hjartaliga. Tað var sum ein ógviliga tung byrði hevði
verið tveitt av herðum hansara, og hann fekk tár á kinn av
gleði. Tá ið báturin kom norður fyri Fiskimól, fingu
menn-inir at síggja Jógvan kallsmann, og teir tóku hann í bátin,
meðan teir sungu takkarsálmin.

í Haraldssundi var gleðin stór, sum hon altíð er, tá ið
fólk finnast aftur eftir slíka ræðslu og slíkan vanda. 011, ið
ment vóru at ragga, komu á stónna at taka ímóti
monnu-num, og við tað sama varð maður sendur til Skarðs at bera
hesi gleðiboð til teirra, ið har sótu við bangnum hjarta.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0391.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free