- Project Runeberg -  Lesibók /
374

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Um jólini, sum komu stutt eftir hesa Havnarferð, varð
ofta talað aftur og fram um alt, ið hent hevði á henni; og
gleðin, ið kom aftan á allan óttan, sum hevði ligið so
køv-andi tungur yvir öllum, gekk nú saman við jólagleðina og
knýtti ósjónlig kærleiksbond millum hjörtuni.

Lív og deyði.

Eitt ævintýr.

Ein firvaldur flagsaði uppi í Líðarfjalli. Hann var ungur
á aldri; men hann kendi sær tó nakað, og tað var ikki so
løgið, tí hann átti alt Líðarfjall — hann kannaði sær tað, ið
hvussu var. Sólin var komin í nón, og hon hitaði fjallið,
so at alt, ið kykt var, sat og hálvsvav. Firvaldurin var
eisini farin at møðast; hann fleyg íkring um ein stein aftur
og fram. At endanum setti hann seg. Ikki fekk hann
dags-ljósið at síggja fyrr enn henda sama morgunin; men sum
hann tó hevði roynt nógv, og sum hann hevði fingið mangt
at vita! Hann hevði sveimað oman og niðan í Líðarfjalli;
stundum hevði hann hvílt seg í grasinum niðri á bakkanum,
og stundum hevði hann flagsað um hamrarnar uppi undir
tindinum. Jú, her var gott at vera, og firvaldurin hugdi
utan um seg, har hann sat á steininum. Hann var vorðið
sum ríkur, hugsaði hann; eina sólbjarta framtíð átti hann til
at njóta. Hann lætti veingirnar út frá sær fyri at fara á
ilog. Tá hoyrdi hann ein lítlan duna uppi yvir sær, og
áðrenn hann fekk umrátt seg, skeyt ein steinstólpa seg niður
úr loftinum og hevði hann í nevinum. Firvaldurin kendi á
sær, hvussu lívsmátturin minkaði, og áðrenn hann doyði,
- læt í honum: »Hetta kom mær óvart.«

Steinstólpan fleyg heim í reiður sítt við firvaldinum í
nevinum til ungarnar hjá sær. Teir lógu og gapaðu; tí allir
væntaðu sær góða veiði, og tað var í stundini, at ungarnir

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0392.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free