- Project Runeberg -  Lesibók /
375

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

pettaðu firvaldin sundur sín ámillum og svölgdu hann niður.
»Nú trýtur ikki,« helt steinstólpan við ungar sínar, áðrenn
hon fór av stað aftur, »Líðarfjallið er yðjandi fult av
fir-valdum, og teir sýnast at verða fleiri og fleiri dag undan
degi; ja ríkidømi mítt vexur«. Steinstólpan fór eftir einum
grátítlingi, sum var komin nakað nær at holudurum hennara;
hon átti jú fjallið, og eingin mátti gera henni ónáðir. Sum
hon snyrraði aftur og íram í loftinum, kom ein smyril við
súsandi ferð eftir henni; hann sló nev og kløur í hana, og
tóat hon royndi at flagsa eitt syndur, so slapp hon ongan
veg; tí smyrilin helt fastari enn so. »Móðir mín spáddi
altíð, at hetta fór at verða endin,« vóru síðstu orðini, sum
steinstólpan segði. »Fast standi á tær!« hugsaði
grátítling-urin, sum skundaði sær burtur; honum rann ikki í huga, at
smyril líka fegin drekkur grátítlingsblóð sum steinstólpublóð.

Smyrilin skundaði ferð síni niðan í ein brattan klett;
har hevði hann reiður sítt. Ungar hansara vóru glaðir, tá
teir fingu steinstólpuna; teir royttu fjaðrarnar utan av henni,
settu klørnar í hana og álaðu hana sundur. Mamma teirra,
sum hevði borið teimum veiðina, sat og hugdi at.
Onkun-tíð fór dugur at vera í teimum, so hugagóðir sum teir nú
vóru, hugsaði smyrilin, og hann gleddi seg yvir bórnum
sínum og veldi sínuin; hann átti hvórt kykt, sum var í
Líðarfjalli. So small eitt byrsuskot, og smyrilin datt óvutur
út av; annað beinið var skotið undan honum, og annar
vongurin. Hann lá á jórðini og flagsaði, og hann hoyrdi,
hvussu ungarnir skrenjaðu uppi í reiðrinum. So kom
mað-urin, sum skotið hevði, so ljódliga undan einum steini, hann
treiv eftir smyrilinum, sum bæði klóraði og beit. »Óreint í
hatta, sum hatta er lívseigt,« segði maðurin, og hann sipaði
byrsubrókina um kroppin á smyrilinum, so hann lúgvaðist.
»Áh, avinnu ungar mínir! nú verða tit móðurloysingar,«
hugsaði smyrilin við sær sjálvum, áðrenn maðurin kipti hann.

Sólin var komin í vestur, og maðurin spákaði sær til
húsa heim. Gott. var tað, at hann hevði skotið smyrilin,
hugsaði hann; tí nú fóru smáfuglarnir at fáa frið í haganum,
og stórt gagn var í smáfuglunum, sum vóru so ídnir at

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0393.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free