- Project Runeberg -  Lesibók /
376

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

pikka ormar, ið ofta vóru grøðini til bága. Maðurin átti
hagan, og hann vildi fegin síggja hann at standa í besta
blóma; hann vildi røkja væl alla ogn sína. Og hvór skuldi
hindra honum? Hann var ungur, sterkur og vakur, og tá ið
heystið kom, ætlaði hann at giftast við hini fagrastu gentu í
bygdini. Hin deyða smyrilin bar hann í hondini, og hann
fór nú at kvika sær á fótum. Áðrenn honum vardi nakað,
var ein annar maður komin at ganga undir liðini a honum;
hann hevði stóran líggja í hendi og var skrámutur og
øgi-ligur á at líta.

»Hvór ert tú?« spurdi maðurin henda fremmanda.

»Eg eri deyðin,« svaraði tann við líggjanum aftur.

»So, tú ert deyðin,« segði hin og læt einki á sær
fin-nast, tó at ómagasveittin var við at sláa út um hann. »Hvar
ætlar tú nú at fara?« spurdi hann so.

»Eg fari í ta bygdina, sum er beint framman fyri
ok-kum. Hagar eri eg sendur eftir einum ungum manni,« segði
deyðin.

»Tak heldur tey, sum gomul og ússalig eru og ikkr
orka at liva. Tú veldur sorg, tá ið tú tekur hini ungu, og
tú mátti ikki viljað gjórt tað,« segði maðurin, og hann skalv,
har hann gekk undir liðini á deyðanum.

»Eg kenni hvórki sorg ella gleði, og eg havi ongan
vilja,« segði deyðin. »Eg bara útinni boð harra míns.«

»Harrin ger altíð væl, og tá ið hann kallar ung og
gomul heim til sín, so trúgvi eg, at tað er teimum til gagns.
— Men hvónn skalt tú hava við tær hesa ferð?« spurdi
maðurin.

»Eg eri sendur eftir einum ungum manni. Hann er frá
húsum í dag, og genta hansara situr og bíðar eftir honum.
Hann má verða mín, áðrenn fimm minuttir eru farnir,*
svar-aði deyðin, og hann treiv dyggiliga í armin á manninum.

»Áh, slepp mær, slepp mær!« rópti maðurin í angist..
»Genta mín og foreldur míni leggjast í grovina av sorg, um
tú nú fert við mær. Nei, nei, tú mást ikki. Hevir tú einki
hjartalag?«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0394.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free