- Project Runeberg -  Lesibók /
377

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

»Eg kenni einki hjartalag,« segði deyðin. »Eg bara
útinni boð harra míns. Hvat leggur steinstólpan lag í, um
hon drepur ein firvald, ið gleðir seg við sólskin á
summars-tlegi? Og hvussu er hjartalagið í tí smyrli, sum hellir blóðið
út á steinstólpuni og skræðir hana sundur og ber hana heim
til ungar sínar? Rørir tað smyrilin, at steinstólpuungarnir
doyggja í hungri? Er nakað hjartalag í tí manni, sum skjýtur
eina smyrlamammu, meðan hon situr hjá reiðrinum og gleðir
seg yvir börnum sínum?« Og deyðin krepti hond sína
fast-liga um armin á manninum og andaði á hann.

Jens Hendrik Oliver Djnrhuns.

Gandkvæði Tróndar.

Hevjið í homrum
harðmælta .kvæðið,
villu valkyrjur,
vetrarins börn,
tit mínar frælsu
froysandi hvirlur
føddar av ódn.

Hastið í hernað,
hamranna døtur,
vekið til veldis
vilt glaðustrok,
gravið frá grunni
goysandi orrusturok.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0395.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free