- Project Runeberg -  Lesibók /
380

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Tí er ljóðið kærast:
brandar syngja hátt, —
stórt skal kappa svarast:
Sigmundur skal jarðast
fáa frið á nátt.

Túsund róddir kvóða,
brátt er hevndarstund;
undan sárin bløða,
klekir örnaböga
svörð til svangan fund.

Til Føroya.

Situr tú seggur í oyðini hóll,
einastur eftir av mongum,
slitið er svörðið og brynjan er öll
bitin av stráóldum svongum,
ródd tín, í fyrndini reystlig og snjoll,
skilst av ongum.

*



Fölnaða hórpu tó enn heldur hond.
skald vart tú frálíkt í forðum:
hovdingar hittust við havgyrda strond,
flýggjaðu kúgandi korum;
sterkur var songurin, víða um lond
varð hann borin.

Ljósini brenna so blaktrandi bleik,
nú sveima skuggar í sali,
kappi, tú ert eins og avgomul eik,
ið dettur av aldri í dali,
fornur fór áður til frælsmanna leik,
fell á vali.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0398.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free