- Project Runeberg -  Lesibók /
382

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

ið føddust av dagsins mein;
heimleyst hoyrdi eg láta lógv,
skilti hana fullvæl —
kvirrt er í skógv.

Kvirrt er í sál:

hurvu frá vitsins rílci

maktir sterkar sum óndar rúnir,

føddar í óvits díki, —

eittans minni valdar,

skelvur sum snjóhvít rósa,

ið kystist ta fyrstu heystnátt

av sorgvígdum vórrum,

sveimar við heimleyst látandi lógv

um nátthuldan skógv.

Friður.

Sólin doyr í vesturroða,
ristir enn við ríkri hond
kærleiksrúnir yvir lond —
tær, ið gyrða gleði gilt,
tær, ið minka meinið milt —
samlist 511 á jarðar kringi,
lov og tókk til gudar syngið,
birtið upp ein offurloga —
sólin doyr í vesturroða.

Mynd.

Veit eg vatnið deyðastilt,
mjúkligt bárur dimmar danda,
meðan ljóðleyst leika lot,
loyndir yvir dýpið anda.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0400.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free