- Project Runeberg -  Lesibók /
386

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Máti skal vera við, so stórur munurin er millum hin
forlögtunga skaðadagin, tá ið havaldan í sínum veldi loypur
á hitt harða og nakna meitilbergið, — tá ið glaðurnar standa
ájavnt fjallatindarnar og kavarokið fjalir tað, sum hendir á
sjónum, fyri slotandi oyrum á landi, meðan stormurin ber
neyðarrópini av leið, — og so hin vandaleysa lognardagin,
tá ið mjörkaflókarnir kínandi fara fram við fjallsíðuna,
með-an óteljandi fuglaröddir lýsa frið yvir landið, — tá ið havið
svevur útmøtt eftir berserksgangin og droymandi kyssir
teir klettar, tað áður bardist við.

Tað var ein leygarmorgun um jóansökuleitið 1870, at
lítli Jógvan í Jógvansstovu, sonur yngra Jógvan,
abbason-ur eldra Jógvan, var borin í heim.— í henda mannaheimin,
her lagnin er líka so ymiskur sum veðurlagið. Her lívskorini
og ættarbregðini gera okkum til tað, vit
verða—vesælavætt-ir, stórmennir, ótíggir ella skikkilig fólk — tó er lagnin
oft-ast so beinasamur, at hann letur meginpartin vera ein javnan
blanding av vesælavættum og skikkiligum fólki. Ótíggini
verða fá og stórmennini enn færri, og veit soleiðis sera væl
við, tí bæði tey slögini av fólki eru tvórlig við at fáast, tey
avlaga hin góða mannasamfundin, ið helst má ganga beinur
sum ein góð klokka og vera snotiligur — ið hvussu er á
skræðuni.

Nú er friður í Dalbyrgi sum um allar Føroyar, tað
poli-tiska klandur, sum stóð í 50unum er nú kódnað í matstrevi
og hvónndagsosa; bygdin er tó hugnalig enn sum fyrr,
stórur, slættur bøur og góð jórð —vónrík bygd, har sannur
framburður kann verða, tá ið jarðarbrúkið, sum nú er í
aftur-gongd, birtist upp av nýggjum.

Sum sagt: Tað var ein morgun, ella rættari, tað var
væl eftir miðjunáttf einstakir fuglar byrjaðu at láta, tí hitt
stokkuta dimmið var lætt. Ein farri av hinum lætta
polla-mjörkanum lá fram eftir sjónum, so at ikki sást nökur
snögg linja millum lands og havs — alt loðaði saman sum
eitt mjúkt reiður av svanadúni.

Sovandi, droymandi — frammi undir at kvaklast við lá
alt í reiðrinum: Bøurin, neytini og seyðurin innanfyri garð-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0404.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free