- Project Runeberg -  Lesibók /
387

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

arnar. Ja sjálvi húsini stóðu og hálvsvóvu—vindeyguni vóru
támut av náttardöggini og tekjurnar tóktust at hvíla so tungar
omanyvir vindskeiðum og torvhaldum.

í Jógvansstovu var lúkan uppi til hálvs, so húsini stóðu
har og hugdu út gjögnum teir ovastu rútarnar niður í túnið.
Sunnanfyri stovuvindeygað var kovareising av gróti og flagi,
so her vax grasið av tekjuni líka niður á jörð
Glasstovu-bygningurin var bróstaður uttan og hevði hvíta grund,
norð–ari skjöldurin helti nógv útyvúr, so tað tóktist sum hann
strevaðist við að slíta seg leysan frá roykstovuni ella
annað-hvört fara til gongu við öllum grótinum og flaginum uppi í
sær. Tó tað var ikki so lættligt, tí umframt glasstovuna var
ein langur hali av gróti og flagi, sum lækkaði seg niður suður
eftir; tí roykstovan var lægri enn glasstovan, og fjósið, — sum
var áfast — var lægri enn roykstovan

Mittskeiðis á kovareisingini var úthurðin. Hon stóð og
spenti føtur í gáttina og legði yvirpartin afturá. Nú var hon
aftur í klinkuni, og klinkupinnurin stóð so slakur og rætti
velið upp í loft; men í sama eygnabragdi nakar nerti við
hann, fleyg hurðin upp á bak og bresti móti
koyggjugalvin-um, har yngri Jógvan og konan svóvu dagliga dags. Antin
teir gomlu, sum bygt hövdu Jógvansstovu, við vilja hövdu
latið hurðina helt inná ella ikki, er óvist; men ið hvussu var,
henda hurðin gjördi somu nyttu sum hesar nýmótans
klokk-urnar, ið ringja í sovukamarinum, tá ið nakar gekk um
hurðina.

Niður frá gáttini uttantil lógu tveir trappusteinar, sum
báðir vóru hallir, men hvör sín vegin. Kullur og hyljar vóru
mataðir niður við steinunum, tí bæði tvag og matarlögur
hövdu verið stoytt út á teir í mong mannaminnir. Nú vóru
teir turrir og tóktust at dúra eins og alt hitt í bygdini.

Snöggliga small hurðin upp sum av sær sjálvum og ein
hálshvítur hundur leyp út, men í sama bili setti ein
breið-vaxin, reyðskeggjutur maður andlitið út um. Hann tradkaði
tufluna harðliga í trappusteinin og var brátt utanduraður.
Hundurin, sum ikki hevði fulla greiði á, hvar henda skundis-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0405.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free