- Project Runeberg -  Lesibók /
388

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

liga ferð galt, kom tvörtur fyri føturnar á manninum og fekk
tufluna á bógvin, so at hann boltaði rút við eitt rín. ’*

Maðurin var yngri Jógvan, og ei var dáni í, at hann
skundaði sær. Örindini vóru hastilig við lít. Konan var farin
á soppin, og langt var eftir jarðarmóður. Einar brøkur hevði
hann drigið uppá seg; men selarnar hevði hann ikki fingið
á óxlina, hann stríddist við at festa annan, meðan hann
skundaði sær til næsta hús. Hosurnar rukkaðust niðri við
óklar, so at hinir harðu, sinasterku leggirnir vóru berir.

Tað var ikki við mýkindum, at Jógvan vakti har hann
kom at durunum, og skjótur var hann aftur til sín sjálvs.
Hundurin, sum enn ikki fataði allan henda skund og sum
enn kendi sær mein av sipinum, hann fekk í áðni, skundaði
sær, við halanum millum beinini, inn, tá hann sá húsbónda
sín koma aftur hvaðna skundisligari enn hann fór.

Hin halgi náttarfriður, ið hevði hvílt yvir bygdini _ var
brotin fyri hesa ferð. Neytini beljaðu omanfyri garðarnar
nú, tey vóru var við, at fólk var uppi, seyðurin reisti seg
av leguni og roykurin steig steyrrættur úr einumhvorjum
skorsteini, sum eini tigandi boð um at konufólkið nú eisini
var komið á føtur, tóat tað var tíðliga.

Tað vardi ikki leingi, áðrenn yngri Jógvan skundisliga
kom útaftur og helt leið sína at bakkanum, nú tó trivaliga
ílatin í húðaskóm, hvítum tveingjum, dimmum hosum,
reyð-ari húgvu og móreyðum koti, og undir hondini roðklæðir
og homluband. Brátt vóru eisini sjey aðrir menn leysir frá
húsum, og áðrenn langt um leið, hoyrdist, hvussu teir
dumbl-aðu við lunnum og drógu bát úr neysti.

Tað er gomul sógn, at tríggjar strevnar róðrar hava
Føroyingar at sær at leggja, og teir eru grindaróður,
doktararóður og eftir jarðarmóður; men av teimum
er jarðarmóðurróðurin hin strevnasti.

Fótin í bekkin, so skúmið stóð um stevnið. — Báturin
gekk á stýriborð; men har sat yngri Jógvan, so tað hevði
onga neyð, beinur gekk hann sum eftir snóri.

Brátt hvurvu teir í pollamjorkanum, men áralagið
hoyrd-ist enn eina lótu.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0406.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free