- Project Runeberg -  Lesibók /
389

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Á langferð.

Jógvan hevði frá fyrstu stund fylgt rættarganginum í
hesari sak við Gunnari sera væl. Eingin hevði illgruna til
hansara, og fólk hildu nú, at hann var farin at ressast.
Hann mundi hava frætt betri tíðindi frá konuni, hildu tey.
Hann hevði nú nakrar dagar verið av bygdini, og eingin visti
hann at vera aftur komnan, tá ið ein morgunin ein enskur
trawlari kom norður fyri Dalbyrgi og gjördi tvey bríksl,
eitt langt og eitt stutt; men tá sögdu fólk seg seinni at
hava sæð Jógvan niðri á mölini veitra við einum hvítum dúki.

Trawlarin streyk so víðari norður eftir firðinum. Ættin
var útnorðingur og eitt heldur hvassligt gul. Vestfallið var
nýkomið og Sjúrðaríðan var farin at vísa tenn. Hann legði
norður gjögnum jaðarin á henni og fleyg sum ein örv
gjögnum sjógvin. Við hvört var hann íðuni so nær, at hann
fekk eitt nos av henni; hann reisti framendan upp móti
bylgjuni, ið legði yvir æsingarnar, so hitt salta sjórokið stóð
tjúkt inn á dekkin. Tá hann kom longur norður, var tað
nærum, at aldan fjaldi allan skrokkin burtur, so bara
mast-rartopparnir vinglaðu uppundan. Norðan fyri leitið legði hann
inn av streyminum og stedgaði ferðini.

Jógvan reistist frá borðinum í skrivstovu sínari, har
hann eina lótu hevði sitið og skrivað, útbúgvin til langferð.

Hann legði leiðina oman í stóðna. Tað var enn so
tíð-liga, at fá vóru uppi. Sjúrður uppi í Stovu, sum var úti
fyri durum, hevði tó sæð til at Jógvan fór ferðabúgvin á
stóðna so tíðliga á morgni. Hann fekk við tað sama illgrutia
og fór at bakkanum.

Tá ið Sjúrður kom oman, hevði Jógvan drigið tristin á

flot og koyrdi frá landi, men í sama viðfangi kom ein bát-

ur undan nesinum fyri sunnan. — Ein stórur bátur við átta

monnum, ið róðu hart. Sjúrður sá, at maður sat aftur í

rong, og hann tóktist at kenna mannin á húgvuni. — Hevði
hann ikki gullsnór, so var tað dekan og løgið. — Sjúrður
fekk reiðuliga ringan illgruna.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0407.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free