- Project Runeberg -  Lesibók /
390

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Tá Jógvan hevði fingið árarnar út, varð hann varur við
bátin, og legði norður eftir, fótin í bekkin; men
áttamanna-farið var brátt í hölunum. — Hann sá, at hann var kendur.
Maðurin, í rongini sat, reistist upp í skutin og beyð honum
at stedga. Jógvan lyfti árunum upp úr, men tók so aftur til
„ at rógva undan.

Hin tók orðini uppaftur: »1 Lovens Navn byder jeg
Dem at vende om. Jeg har Ordre til at anholde Dem!«

Jógvan spenti fótin í bekkin og rópti: »Ein og hvör
er sær sjálvum næstur. Takið meg um tit tora!« Hann
vendi bátinum út móti Sjúrðaríðuni, sum nú hevði fingið
sína størstu megi.

Ýlandi brutu hesir kröppu íðusjógvarnir hvör á bakið á
öðrum suður eftir, meðan streymurin dreiv sjógvin norður
móti vindinum.

Jógvan var so tætt undir íðubrotunum, at teir við
átta-mannafarinum ikki tordu at leggja at honum. — Javnsíðis
fóru bátarnir norður eftir. Teir otaðu seg nærri og nærri at
honum; men hann ók undan.

Tá ið teir komu norður móti leitinum, har íðan er
harðast og gongur so nær landi, at illa er farandi innan
fyri hana við bát, var Jógvan otaður so langt út, at hann
misti alt áraræði á tristinum. Tvörur fór hann uppá ein
högan aldurygg, sum tó ikki breyt, og hvarv út í íðuna.
Tá vóru hinir so nær íðuni, at teir máttu venda at landi,
ella hövdu teir fylgt eftir.

Tá tristurin kom undanaftur, hevði Jógvan reist seg
upp í bátin og lagt árarnar inn. — Rættur sum ein steyrur
stóð hann, meðan báturin sum ein höggispónur reið um
annan aldukambin, sum vísti hvítan brodd. Hann veitraði
inn á land við einum hvítum, ið fleyg honum úr hondini, tá
hann aftur hvarv í aldudalinum. — Vindurin tók tað, vendi
tí einar tvær ferðir í loftinum og bar tað so inn um íðuna
móti landi, har áttamannafarið lá og oysti.

Triðja aldan, ið kom undir tristin, var ein óførur
brota-sjógvur. Báturin fór tvörur uppundir holvingina. Jógvan stóð

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0408.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free