- Project Runeberg -  Lesibók /
391

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

enn uppi, men tá hann kom undir brotið og báturin vendist
við, stoyttist hann steyrrættur inn um og hvarv.

Einar tvær reisur sóust rovini av tristinum koma upp á
alduryggirnar úti í fðuni, — so var alt horvið. — Morgun-^
sólin skygdi so bjórt norður eftir brotunum. Tað var ein
fógur mynd at lfta á: Glitrandi krystallperlur syndraðust
millum hitt mjólhvíta hjómið og hin ljósagrøna sjógvin, sum
sólin stavaði niður á.

Trawlarin, sum hevði ligið norðanfyri leitið, kom nú
spakuliga suður við íðuni, tað tóktist, sum hann sóknaðist
eftir einum.

Fyri stoðni stedgaði hann; men tá áttamannafarið við
embætismanninum vildi leggja at borði, helt hann guvandi
norður í havið. Fyri leitinum bríkslaði hann ein langan
lág-mæltan tóna, ið ljóðaði eins og eitt neyðarróp.

Sorg er sum eingin kann máta.

Sorg er, sum eingin kann máta.

Sorg er so bikandi svórt.

Sorg er sum ógitin gáta.

Sorg er so reyðrandi bjórt,
grandar við gremju
í tóman heim,
skýggjar mannasemju,
tráar tróllagleim.

Frímenn ruddu gótur,
settu garð og borg,
pløgdu grønar flótur,
lógdu tún og torg! —

— — — — Frænir skriðu um strætir,
slipaðu eitrandi slóð,
máttmiklir sótu og mætir
blandaðu frímenni blóð.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0409.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free