Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
Upp vax ættin balda
undir lon á lón.
Mannaliðið valda
gav so góða vón.
—–––––––-Tó, trælkaðist, viknaði,
blotnaði, bliknaði. —
Runnur og rót
fáa ei bót!
Sorg er tað, vinir at missa.
Sorg er hin vónleysa vissa.
Tó tað er bøtandi væl.
Sorgblídni sorgina linar,
í táraflóð sálísur tiðnar.
Slíkt er bert sorgana tal.
Ein er sorgin, yvir allar ber.
Sorgin yvir hitt, ið vára ómegd ger.
Sorgin yvir hitt, ið ei kann bøtast,
tí tað valđar har, sum lív og deyði møtast.
— — — Hvór er hann, ið lagnanum kann venda?
vólvu Nemesis til jarðar benda?
Ei! Hvf kom tað tó so eydnuleyst í lag,
um frímansalvin gitin var í trælarekkju!
Hví varst tú eina frímenska! mítt sálareyga,
men trælakynið hold og kroppur, — ryggur mín og raðt
Hvussu plantan byggist.
Úr »Plantulæru«.
Plantan er uppbygd av kyknum. Hinar liægru
plant-urnar eru av óteljandi kyknumongd samansettar. Kyknurnar
eru ólíkar til vaxtrarlag í hinum ymisku plantulimunum.
Plantuholdið er summastaðni av rundvaxnum, aðrastaðni av
langvaxnum kyknum, og verður av tí bleytari ella harðari.
Nakrar kyknur eru littar, aðrar ólittar.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>