- Project Runeberg -  Lesibók /
393

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Tær minst útbúnu planturnar eru ofta bygdar av fáum
kyknum, ið allar eru líkar, ella bara av einari einstakari kyknu.
Sh’k kykna ella slíkar kyknur mugu tá gera alt tað arbeiðið,
plantuni tarvast; men hjá teimum meiri fullkomnu
plantun-um gera summar kyknur eitt, og summar eitt annað arbeiði,
og eru kyknurnar soleiðis útbúnar, at tær sum best kunna
fremja tað arbeiði, tær skulu gera. Kyknurnar eru allar so
smáar, at einki skil sæst á teimum einstöku við berum
eyg-um; menn mugu tí til teirra rannsókn nýta sjóneykiglös.

Ein kykna av t. d. einum ferskum plantublað ella hári hevir
kyknuvegg, kyknuslím, kyknukjarna og kyknusaft.

Kyknuslímið er livandi og nevnist við einum fremmandum
orði »protoplasma«. Tað megnar at taka føðslu til sín,
føða seg og alla plantuna og har umframt nørast; men
hvussu tað ger alt hetta er enn dult fyri mansins viti.

Innan í kyknuni er kjarnin, eitt fastari evni enn
kyknu-slímið. Hin unga kyknan er oftast eina kyknuslím og kjarni,
men sum hon eldist, dregur hon í seg meiri vatn úr jörðini,
og stendur tað í stórum og smáum dropum inni í
kyknu-slíminum. í hetta vatnið eru blandað mong evnir úr moldini,
og er tað kyknusaftin.

Hon verður í fullvaxnum kyknum so mikil, at
kyknu-slímið og kjarnin troðkast út ímóti vegginum. í sínari mestu
lívsmegi er kyknan útspent av saftini; men trýtur plantuni
vatn, minkar kyknusaftin og blöðini verða bleik, lin og fölin.

Kyknuslímið lagar öll tey evnir, sum í kyknuni finnast.
Plantan vexur á tann hátt, at kyknurnar nørast; og tær
nør-ast á tann hátt, at ein verður til tvær, tvær til fýra og s.
f. Fyrst vexur kjarnin sundur í tveir, síðani helvtarbýtist
kyknuslímið og síðst vexur nýggjur veggur millum partana,
sum tá eru hvör sín kykna.

Táið kyknuslímið doyr, verður at endanum eina vatn
ella luft eftir innan fyri veggin, (t. d. træ og tundur).

Hinar livandi kyknurnar vísa lívstekin, kyknuslímið
ligg-ur ikki stilt, men streymar um alla kyknuna eins og blóðið
í djórunum. Tær liva hvör sum einstaklingur sítt egna lív,
men standa tó í sambandi og kunna skifta evnir sín ámill-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0411.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free