- Project Runeberg -  Lesibók /
394

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

um ígjögnum smá hol í kyknuvegginum. Kyknuveggurin
tjuknar við aldurin, men holini verða tó verandi.

Kyknurnar kunna, tóat vaxtrarlag teirra er sera
marg-hattað, skipast í tvær megindeildir: Langkyknur og

skammkyknur.

Langkyknurnar eru oftast spískar til endarnar og eru
stungnar hvór inn ímillum aðra eins og hárini á tveimum
samanlógdum bustum; tær nýtast, vegna teirra vaxtrarlag,
oftast har, ið plantuni krevist styrki t. d. í bórkinum um
leggin. Har fáa langkyknurnar tjúkkan tægukendan
kyknu-vegg og verða tá kallaðar tægukyknur ella bastkyknur.

Skammkyknurnar eru meira rundvaxnar enn hinar, ofta
sexstrendar umhvörvis við flatari lið hvór móti aðrari; tær
finnast oftast har plantan hevir bleytt hold, ið stendur í vóxti.

011 tey evnir, sum skapast í kyknuni, nevnast
lívrunn-in (organisk) evnir (tí tey eru upprunnin av lívi). Hitt
merki-liga kyknuslímið er samansett av mongum lívrunnum evnum,
t. d. eitt ið nevnist hvíti, sum altíð er tilsteðar; síðani eru
onnur (ið á ymiskan hátt eru samansett av kolevni,
køvi-evni, ilt, brint, fosfor, svávuli og jarni, sum plantan søkir sær
sumt úr jórðini og sumt úr luftini) meira og minni tiisteðar.

Kyknuveggurin er oftast av einum lívrunnum evni, ið
kallast viðarmeyk (cellulose) og er samansett av kolevni,
ilt og brint.

Undir starvi plantukyknunar við at gera sær lívrunnin
evnir, koma altíð onnur fram, ið ikki eru lívrunnin; tey
kall-ast ólívrunnin og finnast sum ymisk saltslðg í kyknunum.

Verður plantan turkað, so at hon missir alt sítt vatn,
verður eina turrevnið eftir, ið er lívrunnið ella ólívrunnið.
Verður hon síðani brend í eldinum, brenna óll tey lívrunnu
evnini, meðan hini ólívrunnu verða eftir liggjandi sum óska.
Ungir plantulutir hava mest av vatni í sær, frá 50—80 °/o,
cldri hava frá 30—60°/o. Frækorn hava minst vatn, 5 —20 °/o;
summar fruktir mest, upp til 95 °/o.

Hitt merkiligasta evnið í hini grønu plantukyknuni er
eitt litevni, ið nevnist blaðgrønt; tað heldur til í smáum
árundum kornum, sum flóta í kyknuslíminum. Tað tykist at

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0412.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free