- Project Runeberg -  Lesibók /
395

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

vera hesi blaðgrøntkorn, ið megna at skapa tey lívrunnu
evnir, sum í kyknuni finnast. Mangar plantur hava eisini
onnur litevnir enn blaðgrønt bæði í blómum og blöðum, og
tóat tey ikki eru før fyri at skapa lívrunnin evnir á sarnæ
hátt sum blaðgrønt, so eru tey tó stundum plantuni til gagns
á nærlíkan hátt, t. d. er tað hin reyði litur reyðtarans, ið
hjálpir hesum plantum, ið oftast vaxa úti á dýpi, at nýta
júst tann partin av ljósinum, sum er mentur at treingja seg
gjognum sjógvin niður til teirra. Ofta er tað so, at tóat
plant-an tykist at hava aðrar litir enn grønan, so hevir hon tó
blaðgrøntkorn, ið eru fjald av hinum litinum (t. d. brúntari).

Eitt hitt vanligasta kyknuevni er eitt lívrunnið evni, ið
kallast stívilsi; tað finst mest í kyknusaftini og mest í
slíkum plantulutum, ið hava til starvs at savna saman føðslu
fyri komandi tíðir, t. d. í fræ (sum á korni), í jarðleggum
(jorðeplir) og í mongum føðslurótum og bollarótum.

Kyknurnar ella rættari kyknuslímið megnar ikki eina
at skapa stívilsi men eisini, táið tað tarvast, at gera tað
umaftur til onnur evnir og nýta tey at fremja vóxtin hjá
plantuni her og har, hvar ið á stendur.

Úrslitið úr evnisbroytingum plantana er ymist alt eftir
tórvi teirra, t. d. stívilsi, hvíti, sukur, olja, bark, harpeis,
gummy og mong eitrandi evnir sum opium, morfin og
ni-kotin og mong onnur, ið verða nýtt í læknavitskapinum.
Tað er ofta so, at serskild plantuslög skapa hvört sítt av
hesum evnum: Olivintræið, sum vexur í Suðurevropu,
gev-ur olju, ymisk leyvtrö (t. d. eik) geva bark, sukurrørið
suk-ur, nálatröini harpeis, gummytræið frá Ámeriku gummy, hin
stóra reyða dreymsóleyan opium og tubbaksplantan nikotin.

Hesin eðlismunur millum plantana ger, at summar fáa
meiri týdning sum alivöxtir enn aðrar. Summar sum
liti-plantur, aðrar sum grøðiplantur ella kryddplantur. Mestan
týdning hava tó gagnplanturnar, ið veita føðslu bæði til
fólk og djór, og tað eru helst tær, ið eru dúgligar at savna
stívilsi og hvíta.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0413.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free