- Project Runeberg -  Lesibók /
398

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

í. Nökur av teimum standa enn t. d. »Funningsstova«, sum
Funningsmenn áttu, í »Árnafirði« sum Árnfjarðarmenn áttu,
og »Selatröðstova«, sum Selatröðbóndin átti.

Jaeob Dahi.

Tveir sálniar úr Gamla Testamenti.

(103 og 104).

1) SÁL mín, Harranum lova,

og alt, sum mær er í, heilógum navni hans,

2) sál mín, Harranum lova,

°g gloym ikki allar vælgerðir hans !

3) Hann fyrigevur óll misbrot tíni,
hann grøðir allar sóttir tínar,

4) hann loysir lív títt frá grovini,

hann krýnir teg við miskunn og mildleika,

5) hann mettar lyst tína við lukku,
ungdómur tín verður nýggjur sum órnin,

6) Harrin útinnir rættvísi

og rætt mót óllum, ið órætt líða! —

7) Hann kunngjórdi Móses vegir sínar,
og ísraels bórnum stórverk síni;

8) Harrin er mildur og náðigur,
hevir umbæri og mikla miskunn;

9) hann vil ikki altíð vera atfinningarsamur

og ikki goyma vreiði sína um aldur og ævi;

10) hann hevir ikki farið við okkum eftir syndum várum,
og ikki lønað okkum eftir misbrotum várum;

11) nei, sum himin er háur yvir jörð,

so er miskunn hans stór mót teim, sum hann frykta.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0416.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free