- Project Runeberg -  Lesibók /
399

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

12) sum eystrið er fjarskotið frá vestrið,

so hevir hann firrað misgerðir várar frá okkum,

13) sum ein faðir er mildur mót börnum sínum,

so er Harrin mildur mót teim, sum hann frykta;

14) tí hann kennir forlög vár,

honum kemur í hug, at vit eru støv;

15) mansins dagar eru sum grasið,

sum ein blóma á markini so blómar hann,

16) tá vindurin fer yvir honum, er hann horvin,
og heimstað hans hann ei kennir meir.

17) Men Harrans miskunn heldur á um aldur og alla ævi.
og rættvísi hans rökkur til barnabörn,

18) mót teim, sum halda sáttir hans

og minnast boð hans, so tey útinna tey. —

19) Harrin hevir í himni grundað hásæti sítt,

og kongadømi hans fyri öllum ræður. —

20) Einglar hans, tit avrekskappar, Harranum lovið,
tit, ið fremja orð hans og geva orðum hans Ijóð!

21) Harranum lovið, öll herlið hans,
sveinar hans, ið fremja hans vilja!

22) Harranum lovið, öll verk hans,

á hvörjum bletti í ríki hans!

Sál mín, Harranum lova!

1) SÁL mín, Harranum lova!

Alstórur ert tú, Harri, Guð mín!

Við dýrd og stórlæti hevir tú skrýtt teg,

2) sveipar teg í ljósins skrúðir;
tenur himmalin út sum eitt tjald,

3) hógaloft títt tú byggir í havdýpi,
skýggini gert tú til vagn tín,

tú ferðast á vindanna veingjum,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0417.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free