- Project Runeberg -  Lesibók /
400

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

4)-stormarnar gert tú til sendiboð tíni,
geisandi eld til sveinar tínar.

5) Jorðina tú festi á grundarlag sínum,
hon um aldur og ævi ei vikast.

6) Undirdýpið hana sum eitt klæði fjaldi,
vötnini stóðu um fjöllini upp;

7) men fyri hótum tínum rýmdu tey,
fyri torurödd tíni óttaðust tey,

8) um fjöllini stigu tey upp,
í dalirnar tustu tey niður

til tað stað, sum tú grundaði teim;

9) eitt mark tú setti, tey ei skuiu fara yvir,
ikki skulu tey aftur jörðina fjala.

10) Keldur tú leiðir í dolunum fram,
millum fjöllini tær renna,

11) öll markarinnar djór tær leska,
tey villini esil teirra tosta stilla;

12) oman yvir teim byggja himmalfuglar reiður,
millum leyvið teir lata mál teirra ljóða.

13) Tú fjöllini vatnar frá högalofti tínum,

av verks tíns fruktum verður jörðin mett;

14) tú letur spretta gras fyri djórum,
og urtir, sum menn skulu dyrka

til tess at bera breyð frá jörðini fram

15) og vín, sum gleðir mansins hjarta,
til tess at lata andlitið skína av olju
og breyð styrkja mansins hjarta.

16) Harrans trö verða mett av vætu,

Libanons setriströ, sum hann hevir plantað,

17) hvar fuglarnir leggja sær reiður,
siprisvið hevir storkurin til bústað.

18) í teim högu fjöllum halda steingeitir til,
millum klettarnar finna grevlingar skjól.

19) Tú skapaði mánan hátíðar vegna,
sólin veit, tá ið hon til viða skal fara;

20) tá tú flytur myrkrið fram, verður nátt,
tá tyrpast villdjór í skógum;

\

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0418.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free