- Project Runeberg -  Lesibók /
401

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

21) ljóndjórini eftir ránsveiði brøla,
frá guði krevja tey føðslu sína;

22) tá ið sólin rísur, sleppa tey sær burt,
fjala sær í hellum sínum;

23) men tá fer maður til dagsyrki sítt út,
til arbeiðis inntil kvóldið kemur. —

24) Fjölmörg eru verk tíni, Harri,
við vísdómi gjördi tú óll,
jórðin er full av virkum tínum!

25) Sí! Havið stórt og vítt í allar ættir,

har er ovurnøgd, sum eingin veit tólur á,
djór bæði smá og stór;

26) har ferðast skipini,

har er Livjatan, sum tú skapaði at leika har.

27) 011 seta álit til tín,

at tú vilt veita teim føði í góðum tíma;

28) tú gevur teimum, og tey henta upp,

tú letur hond tína upp, og tey verða mett av góðum;

29) tú fjalir andlit títt, og tey óttast,

tú tekur teirra anda tilbakar, og tey andast,

venda aftur til støvið;

30) tú sendir út anda tín, og tey verða skapað,

og foldin fær nýtt yvirbragd. —

31) Dýrd Harrans haldi við um allan aldur,
hann fái gleði av verkum sínum!

32) hann lítur at jórðini, og hon nótrar,
hann nertur við fjóllini, og tey rúka!

33) Eg vil syngja um Harran heila mítt lív,
prísa mínum guði, so leingi eg eri til;

34) gævi rnín songur má vinna hans yndi,
í Harranum havi eg frøi mína!

35) Gævi syndarar mega oyðast av jórðini burt,
og guðleysir hvórva með alla!

Sál mín, Harranum lova! Hallelujah!

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0419.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free