- Project Runeberg -  Lesibók /
402

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Torgrímur illi.

Leigulendingur vesælur var,
ódællur, trælskur í lyndi;
övund móti stórmonnum bar,
tó sleiskur um stórmanns yndi.

Lágt hann hugsar, stutt hann sær,
hvönn tanka tekur uppá borg;
at reystkempa frama og sóma fær,
honum er tyngsta sorg;
jarðargrógvin allur hans dugur,
fals býr honum í sir.ni,
smámannsyrki, smámannshugur
stendur at peningavinnu.

Blíðmæltur smílkar við hövdingaorð,
man svikafullur um vinskap leita,
torir ei stíga í frímanna spor,
letur seg keypa, letur seg beita, —
stórmanns trælur til stórmanns deyða,
hugtikin av gullinum reyða.

Oyddi landsins hövdingabúgv,
tá kappan hann vá í tarabrúgv.

Eitt deyðadusm so tungt og grátt
sveipaði fólkið frá hinari nátt.

Tú skaðamaður, frægdana spilli,
navn títt er Torgrímur illi!

Enn kennast merki frá fornari tíð,
runt í bygdum*og görðum;
enn gongur tjóðin, so lítið frí,
leidd í bondum hjá öðrum.

Og fólkið sjálvt so fáment og fátt

í arv fekk so ringa gávu,

eitt hugsunarlag, ið ei strembar hátt,

men krýpur við foldina lágu,

ein strevan um vinning, pening og breyð,

við matin hugurin hongur,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0420.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free