- Project Runeberg -  Lesibók /
404

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

mussen sigir í brævi av 24. júli 1646 biskupi Jesper
Brock-mand frá, at fyri hansara tíð var eingin skúlastova; men
Hans Rasmussen fekk bygt ta fyrstu skúlastovu í Havn
1628 og eisini á somu tíð prestagarðin Reynagarð á
Tinga-nesi, tætt við kirkjuna. Skúlin var mettur til 100 gyllin í
peningi, og hevir ivaleyst bara verið eittans stovurúm.
Skúlin hevir ivaleyst verið har, hvar fyrst tann triði Havnar
prestagarður (eftir 1733) og nú tey gomlu fútahúsini standa
(eftir 1815). Bæði prestagarðurin og skúlin vóru innanfyri
skansan; men 1659 varð skúlin tikin niður, tí fúti og
lóg-maður vildu umbyggja skansan, og lógrættumenninir hildu
tá, at so mátti skúlin flytast. Ein nýggj skúlastova varð so
sama ár bygd longri uppi á Reyni, har hvar seinri tann
gamli almenni skúlin í Havn og nú doktarahúsini standa.

Havnarprestur fekk fyri at halda skúla 100 gyllin, ið
gjaldast skuldu av fútanum. Prestur fekk 70 í løn, og hinar
30 skuldu verða til næmingarnar og skúlan fyri bøkur, pappír,
kost o. a. m. Fólk gramdu seg um, at tey hóvdu ikki ráð
at lata bórnini ganga í skúla. Presturin í Havn Hans
Ras-mussen, ið sjálvur hevði gingið í skúlan, sendi bønarbræv
til kongin Chr. IV7. um studning og styrk til fátæk
skúla-bórn; og tann 27. marts 1647 gav so kongur sum styrk til
fátæk føroysk skúlabórn eitt »vikarie« 1 í Roskildi, ið hæt
»bona altaris Wilhelmi«, soleiðis, at Selands biskupur skuldi
stýra hesum »vikarie« og lata fútan í Føroyum fáa
inntók-urnar; fútin skuldi so lata skúlameistarin fáa peningin, og
hann skuldi so saman við fútanum og einum sýslumanni
býta tað út millum bórnini, til teirra, ið næm vóru og hug
hóvdu at lesa, og skuldi hvórt barn fáa 10 gyllin árliga;
skúlameistarin skuldi so senda biskupinum roknskap. Seinni,
1688, fekk skúlin í staðin fyri hetta »vikarie«
kirkjutíggjund-ina av Lyngby og Bloustrød. Hesa tíggjund seldi Selands
biskupur og sendi so upp til skúlameistarin tað, ið skúlanum

1 Tað vóru áður embæti, sum vóru so skipað, at hann, ið umsat
embæt-inum, ikki fekk inntökurnar; men tær fullu öðrum manni ella einihvörjari sak
til góðar, Eitt slíkt embæti nevndist »vikarie«. Tað var eitt so vorðið
vikarie-embæti, sum Havnar skúli fekk, við öllum lunnindum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0422.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free