- Project Runeberg -  Lesibók /
406

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

og lærugreinir eftir latínskum bókum varð lært; táið
næm-ingarnir sluppu úr latínskúlanum, komu teir ikki alt fyri eitt
inn á universitetið (háskúlan) í Keypmannahavn; teir máttu
fyrst ganga eini tvey ár í einum donskum latínskúla, helst
í Roskildi ella Helsingør. Við universitetið vóru teir
»prive-ligeraðir« (hövdu frían kost og bústað).

1632 varð umframt latínskúlan ein almenniskúli, ein
danskur, fingin í lag. Her varð lært at lesa danskt, at
skriva og rokna og »katekismus«. Deknurin í Havn var
lær-ari, tó var tað presturin ið hevði ráðið og ansaði eftir.
Dekn-urin fekk fyri hetta arbeiðið 16 gyllin um árið. Næmingar
vóru ongantíð nógvir; 1625 og 1631 vóru einir 6—7; 1649
9 börn. Fyrst í tí 18 árh. vóru í danska skúlanum 24
læru-sveinar; men so komu pokurnar 1709—10, sum tyntu fólkið
nógv burtur. Aftaná hetta vóru lærudreingirnír færri.

Tey 18 ár Chr. Fers var prestur, hevði hann ikki meiri
enn 12 dreingir í alt í latínskúlanum.

Sumir av lærarunum við skúlan hava verið evnaríkir og
dugandi menn og fyri ta tíð væl lærdir; og teir hava lagt
sær nær við skúlaarbeiðinum, sjálvt um lítið kom burtur úr;
— vit mugu her minnast til, at landið var fátækt og fólkið
lítið, at tað treiskt gjógnum allar tíðir hevir hildið um
heima-undirvísingina, og at tað mest eina vóru prestasynir,
ið-gingu í latínskúlan og einstakir bóndasynir. — Menn sum
prestarnir Christian Morsing 1590—1630 og Chr. Fers 1692
—1711, men serliga Hans Rasmussen 1630—511 og Lucas
Debes 1652—75 hava ivaleyst lagt sær nær við skúlanum.
Hans Rasmussen strevaðist mest fyri at menna skúlan
verðs-liga; hann søkti um, at føroyskir stúdentar kundu fáa fría
vist við universitetið; tað var hann, ið vann skúlanum hitt
áður nevnda »vikarie« í Roskildi og á somu tíð fekk skúlin
eisini hinar báðar gávurnar uppá 100 spesiudálar; eisini fekk
hann 1647 festi á ll1/* mórk í jorð í Norðadali, og
inn-tokurnar av hesari jorðini skuldu koma skúlabornum til góða.
Við brævi av 8. apríl 1632 vóru annexgarðarnir givnir
prestunum; tá hevði Hans Rasmussen fingið 972 mork í

1 Hann var b j álparprestur í Havn (og eisini tá lærari) frá 1625.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0424.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free