- Project Runeberg -  Lesibók /
407

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Norðadali, nú hevði hann tí 203/4 mörk í Norðadali
um-framt sjálvan prestagarðin, ið lá í Syðradali. Skúlajörðin
(11 ^/4 mörk) varð altíð fest prestinum, tó at tað var skúlin,
ið hana átti, og eftir 1722, táið skúlalæraraembætið varð
skilt frá prestaembætinum, hevði tó Havnarprestur
Norða-dalsmerkurnar í festi til 1828, táið jörðin varð lögd undir
skrivaraembætið. Eisini var tað Hans Rasmussen, ið fekk
hin áður nevnda danska skúlan í lag í Havn. Lucas Debes
starvaðist íðin fyri skúlanum, royndi bæði at vinna honum
betri verðslig kor og at fáa fleiri lærarar; men hann fann
sterka mótstöðu hjá Christofíer von Gabel, ið tá hevði
oyggjarnar í »len«, og hjá fúta hansara Johan Heideman.
Men eisini funnust prestar, sum t. d. Gregers Pedersen
Viborg, 1675—91, ið lítið lögdu lag í hvörki kirkju ella
skúla.

Nógvir av teimum næmingum, ið gingu út úr
Havnar-skúla, komu, táið teir vóru útlærdir utanlands, heim aftur til
Føroyar sum prestar; og L. Debes sigir: »í mínari tíð eru
nú so nógvir lærdir Føroyingar, at öll prestaembætini í
Føroyum kunna umsitast av Føroyingum, og fýra eru nú
prestar á oyggjunum«. Men sumir Føroyingar søktu sær
kall í Danmörk, soleiðis ein Hans Hansen, prestasonur úr
Suðuroy, ið hjálparprestur varð í Helsingør, og Thomas
Jakobsen Tarnovius, prestasonur úr Suðuroy, ið
sóknar-prestur varð á Bornholm, og hesir báðir, sigir L. Debes,
eru teir fyrstu føroysku prestar, ið embæti hava fingið í
Danmörk. Men størstan týdning hevir Havnarskúli tó havt
við at breiða út eitt sindur av upplýsing millum manna, við
tað at teir, ið gingið hövdu í skúlan, kundu læra aðrar at
skriva og lesa, og L. Debes sigir, at á hansara dögum
kundi meginparturin av mannfólkinum lesa og skriva. Úti á
bygdum vóru eingir skúlar; har fingu börn upplýsing heima
hjá foreldrunum, og var henda upplýsing víst hollari og
gagnligari enn tann, ið fekkst í Havnarskúla. Tað kundi
henda, at stakmenn av bygd, ið eina tið hövdu gingið í
Havnarskúla, fingust við at halda skúla, táið teir komu heim
aftur; men hesum var eingin fynd í. Presturin á Sandi

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0425.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free