- Project Runeberg -  Lesibók /
408

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Peder Clementsen skrivar 12. aug. 1697: »Her er eingin
deknur í kallinum; fyrr var her ein gamal maður, sum í
sínum ungu dögum hevði gingið í skúlan í Havn; hann las
við ungdóminum, so leingi hann orkaði, men feklc tað í løn
í aldurdóminum, at hann doyði í hungri«.

Gablatiðin 1662—1709 var ein ring tíð fyri Føroyar.
Landið varð illa umsitið; sum oftast treyt í handlinum tað
ið fólkinum tarvaðist at brúka, so ofta var neyðin stór á
landi; fólkið armaðist og kúgaðist; fútarnir, ið av fedgunum
Gabel settust at stýra, vóru einvaldsharrar, ið fóru fram við
hórðum; stundum royndi fólkið at reisast við, men allir vegir
vóru stongdir fyri klagum og bót. í hesari tíð fekk skúlin
eitt stórt afturstig; lærararnir vóru ofta vánaligir og mistu
allan hugnað og alla ídni fyri skúlaarbeiði, og fólkið misti
vilja og evni til at lata bórn síni í skúla. Ofta vóru
born-ar fram klagur yvir skúlastandin, men til onga nyttu. Andlig
toka og deyðadums lá yvir landi og fólki. Um hetta bilið
var prestur og lærari í Havn maður nevndur Peder
Peder-sen; hann hevði ikki stóran hug at fáast við skúlan, var
minni lærdur, evnaringur og kunnskapslítil maður og hartil
sjúkligur. Nú kom skúlin nógv til afturs og illa klagaðist
yvir tann ringa standin og eftirlæti lærarans. Biskupurin Chr.
Worm helt tá, at skúlin best kundi koma á føtur við at
hann fekk egnan lærara ella »rektor« ístaðin fyri prestin.

Fyri at løna einum slíkum manni tók biskupurin tann
studning, ið fátæk skúlabórn skuldu hava, frá teim og læt
»rektor« fáa tann peningin. Umframt hetta fekk hann 50
gyllin av teim hundrað, ið áður prestur skuldi hava frá fúta
fyri at halda skúla; hina helvtina hevði prestur. Nakað fekk
hann frá biskupinum og so leiguna av jórðini í Suðuroy. Vil
ein vita, hvat lærdómurin var, kann ein hyggja at
bókun-um, ið nýttust. Chr. Fers hevði upp við sær til skúlans
hes-ar bøkur: »Donat« og »Aurora« (tvær latínskar lærubøkur),
katekismus á latínskum og donskum máli og eina latínska
orðalæru (grammatik). Ein vánaligur andligur kostur og lítið
gagngóður í Føroyum.

Hin fyrsti rektor við skúlan var Gregers Kristoffer

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0426.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free