- Project Runeberg -  Lesibók /
409

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Möller 1722 — 1725; hann var svágur við prestin, sjálvur
prestasonur úr Norðstreymoy og hevði stúderað í
Keyp-mannahavn. Hann var áður giftur og búsettur í Havn og
hevði hjálpt svágri sínum í prestagerð hans. Skúlin kom
lítið áleiðis á hansara dögum. Aftaná hann kom Jens Chr.
Fers 1725—1732, sonur áðurnevnda Havnarprests og
lær-ara Chr. Fers. Hann hevði orð fyri at vera lærdur og
vit-ugur maður og sýndist at vera nærlagdur í skúlaarbeiðinum.
Hann royndi at fáa bøndurnar at lata synir sínar ganga í
skúlan; men hugurin til tess var ikki stórur hjá bóndunum,
og lærusveinarnir vóru ógvuliga fáir í tali, serliga nú táið
studningur var eingin at fáa. Hesir báðir rektorar áttu sjálvir
hús í Havn og búðu so ikki í skúlanum, men lótu deknin,
ið jú helt danskan almenniskúla, lesa í aðrari stovuni.

So kom Morten Mortensen Færø, ið rektor var 1733—
1743; hann var ódællur og óskoytin maður, men segðist at
vera evnaríkur og væl lærdur, og í fyrstuni fór skúlin eisini
eitt sindur fram; eisini kom nú nakar studningur til skúlans
frá Danmörk; men skúlahúsini vóru ógviliga ring. Mortan
var fátækur maður og búði í skúlanum, so deknurin mátti
lesa heima hjá sær sjálvum, og Mortan vildi heldur einki
til at lata deknin fáa sína løn. Seinri fór hann at drekka,
kom í ósemju við fútan — teir klandraðust um lønina og
Mortan kallaði fútan tjóv — og yvirhövur livdi hann so
ó-reiðiliga, at hann at endanum við próstarættsdómi varð
sett-ur frá embætinum. Hann fór til Noregs og doyði seinri í
tukthúsi í Kristiania.

Aftaná hann innsetti Hersleb biskupur Peder Debes til
rektors (1743—1751). Hann hevði orð fyri at vera heldur
kunnskapslítil maður og lítið mentur; skúlin var
neyðars-ligur, 4—6 næmingar vóru alt. Á hansara dögum vóru
nýggj skúlahús gjörd við góðum sethúsum til rektors. Hann
fekk tær 50 gl. aftur, sum fyrr Havnarprestur hevði havt av
lønini, táið presturin doyði; tí hin nýggi presturin, sum søkti
kallið, frásegði sær tær. So kom Gregers Möller, sonur
áður-nevnda Möller. Hann var væl lærdur maður, og vísti hug
og dugnað í sínari skúlagerð; og nógvir lærusveinar komu

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0427.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free