- Project Runeberg -  Lesibók /
410

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

á hansara dögum líka úr skúlanum á háskúlan í
Keypmanna-havn. Tað var, sum skúlin nú ernaðist upp móti deyðanum,
ið nærkaðist. Av monnum, ið gingu í skúla hjá honum, kunna
nevnast: prósturin Djurhuus, Nicolai Mohr (natúrfrøðingur),
Jens Chr. Svabo (natúrfrøðingur og málgranskari), lögmaður
Hammershaimb og presturin J. H. Schröter, sum allir hava
haft miklan týdning í Føroya sögu. Möller var leingi lærari;
hann var nærlagdur, men kundi ikki so væl at læra frá sær,
tí hann stamaði, var heldur harðlyntur og ertingasamur
mað-ur. Eisini danska skúlanum tók hann sær av, og táið
dekn-urin đoyði, las hann har danskt og katekismus við
börnun-um. Möller fekk læraralønina hækkaða, men hann var síðsti
rektor við Havnarlatínskúla. Landfútin Hammershaimb
skriv-ar 1807 til stiftamtmann Hauch, at síðani 1794 hava eingir
næmingar verið í latínskúlanum í Havn. Möller doyði 1804;
og tá hevði skúlin, ið alla sína tíð hevði drigist við ómegd
og maktloysi, útlivað seg og var deyður í raki.

Andreas Christian Evensen.

Keltiskir kristmenn.

(Ur »Føroya kristnisögu«.)

Hin keltiska fólkaættin, sum upphavliga var komin úr
Ásiu, hevði tikið bústað í Vestur-evropu og oynnum
utan-fyri, Ongland-Skotalandi og írlandi. Keltarnir í Onglandi hövdu
reiðuliga tíðliga, ivaleyst væl fyri ár 400, tikið við kristnari
trúgv, og frá teimum kom hon nakað seinni til
Kelt-narnar í írlandi og Skotalandi. Serliga í írlandi og Skotalandi
varð hin keltiska kirkjan eiti merkiskirkja við nógvum
heilög-um monnum, sum helgisögurnar vita nógv um at siga, sum

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0428.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free