- Project Runeberg -  Lesibók /
411

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hin merkismannin SanJcta Brandan, ið á síni undurfullu ferð
bar við bæði í Helviti og í Paradís. Sankta Pátrik var
ír-dands ápostul (í 5. öld), og tað var í »halga manna oynni«,
at St. Brigid (um ár 500) bygdi hitt gitna kleystrið Kildare,
hvar nunnurnar á grövini hjá Santu Brigid tendraðu tann
eld-in, sum tær í fleiri hundrað ár hildu viðlíka. Og tað var
ei-sini í írlandi, at St. Finnian (í 6. öld) grundaði hin viðgitna
munkaskúlan í Clonard, sum nógvir væl lærdir menn gingu
út úr og sum bleiv upphavsstaðurin fyri einum ríkum
trúar-lívi, ið varð til stórt andligt gagn bæði fyri Skotalandi og
meginlandinum heima í Evropu. Ein av teimum monnunum,
ið gingu út úr skúlanum í Clonard, var hin heilagi Colum,
Skotalands ápostul. Colum og vinir hansara stovnaðu fleiri
kleystur í írlandi. Hesi kleystur vóru ikki fastar borgir, sum
inni á Evropu, men heilar bygdir av smáum húsum ella
smáttum rundan um eina litla kirkju, og kundi tað í eini
slíkari munkabygd stundum vera úti við einar 3000
»brøð-ur«. Stundum stóðu kleystrini úti á smáum oyggjum í teim
stóru áunum, stundum niðri við sjóvarstrendur, og var oftast
rundan um tey ein virkisgarður til verju av grót og flag;
summir av »brøðrunum« arbeiddu úti á bønum og heima í
verkstöðum ella við kvórnina, aðrir kendu ungdóminum
fróðskap, uppaftur aðrir hövdu til arbeiðis at avskriva bøkur.
írlands kleystur vóru brátt víða gitin fyri tann lærdóm, ið
munkarnir lögdu dent á, og meðan kunnugleikin til tað
hebráiska tungumálið, sum Gamla Testamentið var skrivað í,
doyði burtur aðrastaðni, var hann havdur uppi her. I árinum
563 fór Colum til Skotarnar í Vestur-Skotalandi, og á oynni
lona (Hy), ið er ein av Suðuroyggjunum og av stødd sum
Skúgv-oyggin, grundaði hann eitt hitt víðast gitna og merkiligasta
kleystur, og haðanífrá gjördi hann sítt stóra arbeiði: at kristna
Skotarnar og Piktarnar norðanfyri. í Iona var kleysturlívið nakað
sum í írlands kleystrum; dentur var lagdur bæði á kroppsarbeiði:
kornvelting, seyðarøkt og neytarøkt, arbeiði á verkstöðunum
og annað meiri, og á andsarbeiði: undirvísing, avskriving av
bókum og annað lærdómsverk. Til klæðir hövdu brøðurnir
utan yvir eina hvíta stúku eina ullinta kápu við hettu, ið

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0429.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free