- Project Runeberg -  Lesibók /
412

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

var seyðalitt. Til mats hövdu teir breyð, mjólk. egg og
fisk, á sunnudögum og högtíðardögum eisini kjöt. Og
eftir-hvört sum Colum útbreiddi ta kristnu trúnna, bygdi hann
kleystur her og har, og brátt var kleystrið í Iona sum ein
móðir at einari nøgd av kleystrum, ið náddu sunnan úr
ír-landi heilt upp til Norður-Skotalands havgyrdu brimbardu
strendur. Colum doyði 597.

Keltarnir hövdu ógviliga sma kirkjuhús, í elstu tíðini
ofta av grót og flag, seinni oftast av viði, so at tá ið menn
seinni aðrastaðni bygdu kirkjur av viði, róptist tað at byggja
»eftir Skota siði«. Teir brúktu kirkjuklokkur, og upp at
kirkjunum bygdu teir javnan rund torn, ið mest nýttust

sum varðar og virkir í ófriðatíðum. At syngja var nógv

nýtt í teirra guðstænastu, sum írin yvirhövuð var avbera
songhagur og Ijóðlistarnæmur. Kirkjumálið var latín, tó at
prædikað varð á móðurmálinum. Teir kirkjuligu siðirnir hjá
Keltunum vóru í fleiri mátar öðruvísi enn hjá öðrum, egin
sum hin keltiska kirkjan var og avskorin frá stóra kristiliga
heiminum.

Um enn hin keltiska kirkjan var lítil, var megi hennar
tó ikki lítil, men stór, og tað ikki bert heima, men eisini úti.

Tað kundi eina stund sýnast, sum heila tað keltiska
fólkið var vorðið eitt kleysturfólk. Men í 7. öld dróg ein

óvinniligur longsil Keltarnar úr aftur kleystrunum út í oyði-

mörk og einbýli og langt burtur »frá skyldfólki og úr faðirs
húsi« til fremmand lond. Eitt heimsflýggjandi munkasinni gekk
her saman við tann sterka ferðahug, sum tað keltiska fólkið
sýndist at eiga í ættarbregði, og rak teir úr teirra
oyggja-landi bæði eystur um til fastlandið heilt djúpt inn í Evropu
og norður um tað dunandi og illfýsna havið, ið var mark
fyri Norður-Skotalands bröttu meitilbergum, út á tær
fjar-skotnu oyggjar, ið havið goymdi í sfni toku.

Hvar teir komu fram í Evropu, virkaðu teir til gagns
fyri Kristi kirkju. Nógvir av teimum bygdu kleystur inni á
meginlandinum, ið brátt, eins og írlands og Skotalands
kleyst-ur, vóru víða gitin fyri lærdóm og bókmentir og vóru
upp-havsstaðir fyri einum nývaknandi andslívi í teimum tá and-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0430.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free