- Project Runeberg -  Lesibók /
413

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

liga deyðu og myrku kristnilondum har, aðrir ferðaðust í
heilum um og prædikaðu strangar syndabøtur fyri einum
fólki, ið fallið var djúpt í siðloysi og guðloysi, tó at tað bar
kristinnavn; uppaftur aðrir fóru langt inn í summi av
heidn-ingalondunum í Evropu og settu lívið í veð fyri at bera út
boðskapin um frelsarin; — allastaðni vóru teir sum tað fríska
saltið, virkaðu teir kveilcjandi og lívgevandi. Helst ferðaðust
teir á ápostlanna vísi 12 í tali; >Guðs felagar« (kuldaar)
nevndu teir seg.

Men á somu tíð sum hesin keltiski kristindómur so
sterkliga sýndi megi sína úti, varð grundin tikin undan
hon-um heima; og áðrenn langt um leið vóru tær keltisku
lands-kirkjurnar (um vit kunna nevna tað so) ikki longur, men hin
eina kátólska kirkjan, sum nú skal frættast.

Tað var í Onglandi, at Keltarnir fyrst hövdu tikið við
kristindóm, sum áður sagt. Men meðan tann keltiski
kristin-dómurin nørdist og blómaði hjá írum og Skotum, fekk hann
trongar dagar, ja varð tætt við útruddaður aftur í Onglandi.
Tí longu í fyrru helft av 5. öld vóru Ánglar og Saxar
komnir yvir um frá Evropu og hövdu tikið landið undir
seg; teir vóru villir heidningar, sum drupu teir kristnu
prest-arnar, brendu kirkjurnar og grundaðu nýggj, heiðin tjóðfelög
á toftunum hjá teirri gomlu bretsku kirkjuni. Men so um
ár 600 vóru frá sjálvari Róm kristniboðini borin út millurn
Ángulsaxarnar. Og eftirhvört sum hesin rómverski
kristin-dómuriti vann fram. fyrst í Onglandi, síðan eisini hjá
Skot-um og írum, og soleiðis kom at bera saman við hin gamla
keltiska kristindómin, sum í so mangar mátar hevði aðrar
kirkjusiðir, sum áður nevnt er, komu báðir
kristindómsform-ar at taka tök saman um, hvör ið ræðið skuldi eiga. Men
allastaðni hvar teir møttust, sigraði hin rómverski
kristin-dómurin; síðst í 7. öld fekk hann enntá fótin fastan í teirri
keltisku hövuðsborgini lona, hvar hann nakað inn í 8. öld
hevði sigrað, tó ikki utan at skilni (skisma) var komin
mill-um munkarnar í Colums gamla kleystri.

Vit hava dvölt so leingi við tað keltiska kirkjufólkið,
bæði fyri at fáa nakra greiði á, hvat ið eyðkendi tað kirkju-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0431.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free