- Project Runeberg -  Lesibók /
414

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

felag, ið teir vóru sprotnir av, sum kanska fyrstir festu búgv
í Føroyum, og fyri eisini betur at skilja, hvat tað var, ið
dreiv teir so langt norður í tað ókenda havið.

Marie Rebekka Mikkelsen.

Pilagrímsferðin til Kevlaar.

(Eftir Heinrich Heine).

I.

Við vindeygað stóð mamman,
á legu sonurin lá:
vilt tú ei, Vilhjálmur, royna
pilagrímsliðið at sjá.

Eg eri so sjúkur, mamrna,
fallið er alt mítt mót;
at Greta frá mær doyði,
eg bíði tess ikki bót.

Reis teg, vit fara til Kevlaar,
tak bók og rósukrans,

Guðs móðir, sum mangan hjálpti,
tær eisini gevur ans.

Frítt blaktra kirkjumerkir,
víða berst sálmasjongur:
tað er um Kóln við Rína
pilagrímsliðið gongur.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0432.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free