- Project Runeberg -  Lesibók /
417

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Mamman, sum sá alt í dreymi,
gav hesum fullvæl gætur.

Hon vaktist tó fyrst av svovni
av hundaglepsi um strætir.

Tá lá á legu rættur
sonurin; hann var deyður;
tann unga morgunsól spældi
um hansara slóknaðu eygur.

Mamman legði saman hendur,
visti ei av sær at siga,
men piprandi varrarnar sungu:
signað verði tú, Maria!

Christen Holm Isaksen.

Hanus LuJcasson.

(Ein tíðarmynđ frá i8du öld.)

Tað er eitt heystkvóld í árinum 1734, eitt friðaligt og
lýtt augustikvóld, og sólin er langt síðani farin til viðar
aftanfyri Kirkjubøreynið, troytt av at lýsa yvir óndum og
góðum, meðan skýmingin sveipar seg mjúkt um
Havnar-bygd. Tær fátæku smátturnar sova longu teirra trygga svovn,
eina úr vaktarhúsinum á »Stóra skansa« hómast ein kám
ljósglama; í fútastovuni við ósan og skrivarahúsunum »heima
í Kok« blunka eisini ljós í hálvblindum gluggum.

Uthurðin í »Fútastovu« verður upplatin, har hoyrist
málageip, látur og góðanáttheilsur innanfyri og út stígur ein
svartklædđur, lítil maður. Hann stýrir síni gongd, ið heldur
óstóðug er, heim í »Gongina«. Tað er monsieur Carl Hans
Höppener, álitismaður og skrivarakallur hjá sorinskrivaranum
Fredrik S’&rensm SJcougaard, ið júst er á ferð niður til
Dan-markar. Mons. Carl Hans kveitir upp í loftið, har skýggini

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0435.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free