- Project Runeberg -  Lesibók /
418

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hanga eins og ljósabláir ullalagdar, andar djúpt og leingi hitt
lýggja kvöldlotið inn í síni turru, tivandi lungur og fær
snöggliga slíkan hug at ganga sær eitt sindur gjögnum
bygdina til svalan fyri tað vínheita hövur sítt. Lættliga
slør-andi titar hann framvið skrivarahúsunum, haðani köksgluggin
kagar út eins og eitt eyga, ið illa rivar fyri, ger sær ferð
uppí brekkuna við húsið hjá Kristinu Blásiusdóttur og spákar
sáttliga inneftir »Reyninum« framvið tí langa, lága og svarta
latínskúlanum, skottast hálvilla við oman at
»Pokunaholi-num« og stedgar brátt niðri á »Bryggjubakka«, har hann
fellur f djúpa hugsan um vakurleika náttúrarinnar og allan
tann menniskjansliga rotinskap, Argja hospitalið goymir,
stólpar so aftur vegin fram oman við Húsagarð og
Bart-skerstovu. Eina lötu aftaná liggur mons. Carl Hans í sínari
song, har kvöidarveitslan brátt dusar hann burt í tungan
bjarnardúr.

Spakliga knarkar úthurðin, hóvliga verður hon gloppað
og inn smýgur eitt skapilsi, ið neyvan hómast í myrkrinum.
Ljódliga sníkir tað seg yvirat salshurðini, og kvikt eins og
snarljós hevir skapilsið sett eitt lítið jarnbrot inn í
hurðar-gloppið á hyrnisskápinum harinni, hurðin gleppur upp og
silvurgripir glinta millum hendurnar á loyndargestinum, ið
kvikliga smýgur víðari fram inn í skrivarastovuna, har
jarn-brotið aftur kemur í gongd. Hitt tunga peningaskápið
gren-jar huliga á hongslunum, har skramlar og glintar av nógvum
peningi, so flýggjar skapilsið sum var tað snöggliga
ræðslu-sligið av tí kvirra, deyðatunga friðinum, skræðir nökur
klædna-plögg til sín í forstovuni og stendur so úti á geilum, har
tað brátt hvörvur í myrkrinum . . .

Men uppi á loftinum liggur monsieur Carl Hans og
brestist í ófriðaligum dreymum.

* *

*



»Det haver sig tildraget, at en Mandsperson paa Færøe
ved navn Hans Lucass’ón haver om natte-tide mellem den
lste og 2den Augusti sidsledne aar indbrudt giennem 2de

«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0436.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free