- Project Runeberg -  Lesibók /
419

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

■dörre og luckelser og bortstaalet penge, sølv og klæder til
værdie af 183 Fær. gylden.«

Soleiðis byrjar tað brævið, sum amtmaðurin H. Ocksen
í Keypmannahavn sendi til kongliga rentukamarsins
»höy-ædle og velbaarne, höyædle og velbyrdige, velædle og
vel-byrdige Herrer* 15. juni 1735. Men tá var hesin sami Hanus
Lukasson, tann argi skálkur, sum hina náttina breyt inn »í
Köki« og órógvaði mons. Carl Hans í hansara søta svövni,
longu langt av landinum skotin, førdur yvir hav og saltan
-sjógv við eini syndarligari sögu í kjalarvörrinum.

* *

*



Har var standur í Kökshúsunum hin morgun snimma,
taið gamla arbeiðskona skrivarin Skougaards kom stólprandi
uppí trappuna til kamarið, har mons. Carl Hans var, offarin
■og rædd, at siga honum frá tí, ið hent var um náttina. Carl
Hans gníggjaði leingi eygu síni. áðrenn hann reiðiliga evnaði
at fata, at hetta ikki var nakar nýggjur óndur dreymur, men
tað rama álvari, hetta, at her í húsunun, hann var settur
at vaka yvir og verja, her hevði ein tjóvur spákað alla
nátt-ina brotið skápshurðarnar upp og stolið silvurgripir, pening
■og klæðir, sum visti hann fullvæl, hvussu ringar og
ó-trúgvar tænarar, skrivarin hevði, meðan hann var burtur á
ferð. Men so satt sum hann, Carl Hans Höppener, hevði
makt og ræði í skrivarans stað, so satt skuldi hesin
búrtjóv-urin ikki sleppa at doyggja í syndini. Hann skuldi væl
fáa snoddað hann upp, goymdi hann seg aldri so væl. Og
táið saman um kom kundi ein slík rannsókn og útfinning
kanska hava nóg so nógv at týða fyri framtíð hansara,—Carl
Hans var ærukærur.

Leingi vardi tað heldur ikki, áðrenn hin hevnandi lagni
hevði sligið kløur sínar í neyðars Hanus Lukasson. Hvussu
rættins svörð fann vegin fram til skuldartyngda hövur
han-sara, um tað tykist sögan einki at vita, men rímiligt er at
illtankin ógviliga skjótt var beindur á hann, ið einar tvær
reisur áður hevði givið prógv fyri tjóvsemd, og at hann ikki

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0437.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free