- Project Runeberg -  Lesibók /
420

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

leingi hevir dugað at dult hetta snöggliga ríkidømi, púra
fátækur sum hann var frammanundan. Nóg mikið er tað: Hanus
varð fongslaður, segði alt fyri eitt frá sum tilgingið var og
læt hvórt sindur aftur av tí, hann hevði stolið.

Og nú var dómadagur upprunnin fyri olmussudýrið. Mons.
Carl Hans, ið her fyrstu ferð á ævina sá sær kans til at
spæla dómari og tí neyvan visti, hvónn fót hann skuldi
stíga á av erpni, kendi fyri rætt, at »tyven Hans Lucassón
til Kagen skal stryges og have Tyvsmærke paa sin Pande
i Følge af Norske Lovs 6te Bogs 17de Kapt, 37te
Artik-kel«. Eftir hesum skuldi hin dømdi, standandi, fastbundin at
einum steyra og nakin oman til beltis, verða bóðilsflongdur
fyri allamannaeygum 27 ferðir við níggju koyrlum og
síð-ani brennimerktur í ennið við einum glóðheitum stáli. Nakar
stuttleiki kundi henda revsing tí ikki kallast, men Hanus tók
fegin við henni kortini, hann hevði bjargað lívið.

Tó enn var hundur ikki hálvbardur.
»Heimatings«-đómurin mátti verða staðfestur av lógtinginum, áðrenn
nakað kundi verða burtur úr og her slapp Hanus Lukasson
at sanna hitt gamla orðið, at »frændi er frænda verstur«„
Mons. Carl Hans var tó noyddur við at fáa brotsmannin
brennimerktan, lógtingsbøndurnir, landsmenn hansara, vóru
ikki so beinasamir; teir dømdu hann at heingjast »efter
Forordningen af 4 Martii 1690«.

Men lagnin hevði nú einaferð ikki ætlað, at Hanus
Lukas-son so bráddliga skuldi lata lív sítt. Vildu teir heingja hann,
so máttu teir hava fatur í ein bóðil, tí boðilsgerð var ikki
eftir hvórsmanns tykki at fáast við, og her vildi so væl við
hjá Hanusi, at — sum fútin Hammershaimb sigir frá: »den
paa Færøe værende Skarpretter, som er en gammel,
affæl-dig Mand, der ickuns faar 6 gylden til aarlig Lón og i hvis
Tid, udi de forbigangne 30 Aar, saadan Casus som denne
sig aldrig har tildraget, icke formaar nogen Execution med
fangen at forrætte*.1 Skuldi Hanus Lukasson heingjast, so

1 Böðilin búði í Suðuroy og var ikki mentur at koma til Havnar
opnum róðrarbáti.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0438.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free