- Project Runeberg -  Lesibók /
421

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

máttu teir fáa sær ein böðil úr Danmörk, og tað fór at kosta
meiri pening, enn hesin armi fangi orkaði at reiða út. Tí at
hann sjálvur skuldi rinda tað, ið heinging og fongsil kostaði,
so frætt evnini rukku, tað beyð lógin klárt og skiluliga.

Og meðan teir ráðandi í oyunum, fútin Hammershaimb
•og lögmaðurin Sámal Pætursson skrivaðu langar frásagnir til
Keypmanna’navnar um alt teirra stríð og strev av hesum
vanlukku tjóvi og um somu leið sendu, bønarbræv til
kong-liga majistát, 6ta Kristian, um at linka dómin yvir Hanusi,
sat ólukkudýrið tað líðilanga ár og kúrdi á »spíska steini*
úti í Gorps du Garde-hjallaranum, saman við eini
ótrúlig-ari rúgvu av rottum, sum gjögnum skiftandi ættarlið hövdu
haft tilhald innanfyri hesar slavnu, hýggjuskotnu múrar.

Men teir vansar, hann veldi sínum högu vaktarmonnum,
vóru ikki fáir, tóat hann sjálvur einki visti um teir.
Hövuðs-maðurin á Havnar skansa, Sørin Mortansson ella sum hann
nú varð nevndur Vójtnant von Hóyvig, sum fútin hevði biðið
hjálpt sær við vaktarhaldinum í »portugálinum«, noktaði
beinanvegin at lána honum ein einasta av soldátum sínum,
-og eftir harða trætu við henda djarva kríggsmann mátti
fútin royna at hjálpa sær á annan hátt. Tó, tað kostaði
hópin av peningi, og hvör ið rinda hann skuldi, visti fútin
sannferðiliga ikki. Bert hann brátt hevði fingið enda á
hesum óskili! Annars bleiv hesin Hanus teimum ein dekan
-og dýrur tjóvur.

So var tað ein dagin í apríl mánaði 1735, at hin so
leingi væntaði boðberari úr Danmörk fyri fullum segli
stevn-<ii inn á Havnarvág. Hitt dýrabara kongliga brævið var
bor-ið á land, og lættur um hjartað las fútin boðini um »at det
under 26 Martii A. D. allernaadigst har behaget Hans kgl.
Majestæt at formilde Laugtingsdommen, saaat Delinquenten
paa Livet bliver benaadet, men derimod at skulle stryges
til Kagen og forviises hans Majestæts Riger og Lande«.

Nú var einki longur at bíða eftir. Dagstevnt var og
sum tímin nærkaðist, tusti alt, ið orkaði at standa og ganga
í Havnar bygd, yvir »á Kákin« til at skoða tann sjáldsama
og hugvekjandi sjónarleik. Grágulur í holdinum og skarpur

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0439.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free