- Project Runeberg -  Lesibók /
423

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

bíndi tyktandi at honum og av Saðlingarhellu hóttaði Corps
du garde við sínum dapru, jarnstongdu gluggum við minnum
um tey ræðuligu samdøgur, hann hevði livað har innanfyri.
Inneftir leitaðu eyguni framvið smáttur og hús við
Éystara-vág, kveittu rædd at tí hóga skjóldrinum á skrivarahúsunum
og dvaldi eina lótu eymliga hjá dunnuflokkinun á sandinum og
ósanum, har smádreingirnir settu lliðuskeljar út at sigla, leitaðu
vfðari fram yvir eftir neystariðilinum við Bussatanga, har hópur
av æðum og æðublikum kavaði og svam, yvir at Stóra skansa,
ið lá so hógt yvir óllum og gløddi illsliga við sínum svórtu
kanóneygum útyvir Nolsoyarfjórð. Hanusi tóktist, at hann
aldrin hevði sæð alt hetta áður, og hann kendi tað alt í
ein-um so nívandi sárt og tungt, at hann ongatíð á lívinum aftur
skuldi sleppa at ferðast á hesum plássum, sum hann til
henda dag ikki hevði givið ans.. .

í juni mánaði kastaði ísak Olsen akker á
Keypmanna-havnarvág. Hanus Lukasson varð verandi umborð og vakt sett
yvir honum, meðan skiparin róði á land at siga hógvælborna
amtmanni Ocksen frá, at teir vóru komnir.

Og aftur var eitt brævið av teim mongu í hesi sak sett
saman og sent til kgl. rentukamarið. Tí væl var Hanus
Lukas-son dømdur at rýma úr kongsins ríkjum og londum, men
eitt slíkt frælsi kundi hava sínar stóru vansar, helt
amtmað-urin, og hann ræður tí til, at fangin, til tess at forða fyri tí at hann
»icke blot begaaer lurendreyeri, men ogsaa sørøveri, som
tilforn er passeret’ hensættes udi fængsel og forvaring«. At
so var gjórt, er óivað.

So fór tá neyðar Hanus Lukasson aftur innum
fongsils-dyrnar, haðani hann ongatíð skuldi sleppa útum aftur. Lagnin,
.ið byrjaði hina heystnátt í einum myrkum Havnarskoti,
var nú komin at enda.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0441.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free