- Project Runeberg -  Lesibók /
424

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Trond Olsen.

Havið.

So bylgjandi blítt,
so freistandi frítt,
so dragandi, droymandi, endaleyst, vítt,
við lokkandi, leikandi, dandandi vág,
við brakandi brotum, so hóttandi há,
tú dróg meg sum barn, tá eg undrandi lá
og leit á tann skiftandi streymin, eg sá.

Tú dregur meg nú ei minni;
so ofta eg stúrin stóð
við tungum, langtandi sinni
og stardi út yvir sjó.

Við hond undir kinn
og sælu í sinn’
á bakkanum grøna, har víkin skar inn,
har lá eg sum barn, tá kyrt var við strond
og mánin hann reis yvir fjallið í nánd.

Har bára kom dragandi aðra við hond,
sum hövdu tær millum sín ósjónlig bond.
Tá kundi eg orð ei mæla,
eg lá bert og lýddi a;
og hoyrdi tær teskandi tala
og siga mær sögum frá.

Tá ræðandi Ijóð
um skerini stóð
og dundrandi brotið um klettarnar sló,
tá oyggin hon skalv rætt sum rótrotin eik,
mær tókti sum alt her á jörðini sveik,
tá mátti eg út til at skoða tann leik,
tó ræðsla var á mær og kinnin var bleik.
Ja, havið at sær dróg meg
við ræðslu og við gleim,
um rokið kaldligt sló meg,
eg fór tó ikki heim.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0442.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free