- Project Runeberg -  Lesibók /
425

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Tú Føringur tá,
sum leiddist við vrá
og reisti hitt glitrandi gullið at fá,
tað var tær væl ofta, sum hoyrdi tú ljóð,
ið lokkandi aftur til Føroya teg dróg.

Hvar frá kom tann röddin? Frá fríbornum fljóð?
frá angandi blómum? frá skínandi snjó?

Nei, tað sum títt og tíða
teg dróg at okkum her,
tað var hitt havið fríða,
ið kyssir Føroya sker.

Louis Christian Oliver Zaehariassen.

Hásummarsongur.

Brátt eyðmjúkt og stilt, stundum biðjandi milt,
hoyrist summarsins ljóð yvir grasgrønan haga.

Opna hjarta og sinn, lova ljóðinum inn;

tað vil ala tær kenslur, sum fram eftir draga,

tað kølir og køvir tann tankan, ið bindur

og oyðandi eldar í sálina kyndar;

tað ger sinnið so lætt, tað ger lyndið so glatt,

at tú fríur sum fuglurin ferðast um fjallana tindar.

Ja, dýrd tín er rík — hvar kann finnast ein slík? —
tú blítt angandi hagi, um hásummartíðir,
tá ið fuglurin kátt takkar harranum hátt,
meðan sól skínur fagurt um dalar og líðir.

Tá bringubrótt blóman sín blaðakrans breiðir,
og silvurlitt fjallið sæst víða um leiðir,
tá meg minnist fullvæl, at eg eina ferð skal
eftir endaðar dagar í himinum sjá størri heiður.

Ver varin og lýð á tað ljóð kvoldartíð,

tá hvórt kykt fer til hvíldar við takksomum huga.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0443.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free