Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
Broytist lyndið at rót, eins og sál nýtur bót,
og mær tykist sum ókent mítt eyga man skoða,
tá seyðurin tevjandi leitar sær bøli,
og fuglurin hýsist í sjálvgjórdum høli,
tá ið dagurin ei hvórvur burtur av leið,
fyrr enn roðin í eystri man taka hann av sínum støði.
Tú miðsummarnátt, gev mær friðvunnan mátt,
at eg evni tín reinleika raman at týða,
Ja, tað sigast kann væl, at í túsundatal’
eru friðsælar røslur í barm’ tínum fríða,
tá lotið blítt kylur um grasmettan haga,
og sveiggjandi blóman sæst sovandi daga,
tá ið áin so hvöll teskar ljóðini óll,
eins og sigir hon slotandi sál tað, til eydnu er lagað,
Tó fagrari er fyri mær, hvórja ferð
sól í eystri sæst rein yvir havsbrúnni branda,
tá hon gulllitar lond, boðar: dagur í nánd!
tá er hugnaligt heima at ferðast á landi,
tá hoyra vit títlingin morgunsong kvóða
og ánna sum áður sítt loyndarljóð røða,
tá ið blóman so prúð sýnir aftur sítt skrúð,
tá er stirvin tann sál, sum ei hugtikin elvist at gløða.
Tú bláoygda hav, eina tú visti av,
tá í broti og roki tey sorgfullu eygu
hvurvu brátt undir kav. Ja, tú ódnmikla hav!
tá var vinurin eingin, sum hjálpina hevði.
Nú hvílir tú brosandi blítt inn at strondum,
men lúrandi megi er í tínum hondum.
— Sig mær sógunum frá! Eg tó elska teg má,
tí at eingin sum tú veitir ognir at okkara londum.
Eg elski teg, land, tá um ljósleittan sand
liggur maktaleys bylgjan sum kappi í dúri.
Ja, á slíkari stund gongur kyk óll mín lund,
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>