- Project Runeberg -  Lesibók /
428

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Hátt yvir homrum og víddunum víðu
tykist mær oyðisins lovsong at hoyra.
Alt, ífrá kletti til grösini fríðu,
er sum eitt einasta lurtandi oyra:

Alt skiftist um ífrá eldi til gler,
lív tínist burtur; har lívloysi er
birtist hon lívsins hin sigrandi glama.
Tó tú ert tógn og um ævir hitt sama.

Brót so stillan.

Brót so stillan bylgja blá,
syng mær allar tínar sangir,
syng so allir mínir streingir
stilla seg og lýða á.

Hjarta mítt er sjúkt av iva,
man av sárum kenslum biva,
syng mær mína hugsótt frá.

Streyma stillan reina á.

Kunna tínar bylgjur tala,
sig mær um tær kunna svala,
sig mær, veitst tú eingi ráð?
Tú sum frí mót havi streymar,
gev mær aftur ljósar dreymar,
lat meg droyma tær íhjá.

Brót so stillan bylgja blá.
Stillið tykkum mínir streingir,
koma tímar, svárir, langir,
ljóðið, ljóðið attur tá —
sárt sum látipípur láta,
mjúkt sum violinir gráta —
rurið meg í gloymskuvág.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0446.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free