- Project Runeberg -  Lesibók /
429

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Stilla teg mín sjúka trá,
legg nú saman tínar veingir —
stillið tykkum mínir streingir.

Nú birta vit upp eldin.

Nú birta vit upp eldin, tað er so kalt, so kalt,
og úti fýkur kavin og úti frystir alt.

Og nú er blóman fölnað, sum prýddi urtagarð,
vit bæði skulu droyma um summarið ið var.

Og nú er gler á ánni, hvört gras sín bana fann,
vit bæði skulu minnast ta stund, tá áin rann,

tá sól var ment at verma og loyst var hvör ein á
og táur hvör ein steinur og grøn hvör lægd og lá.

Tað er so kalt — og kavin ber deyðaboð í garð,
kom, set teg jher við eldin, kom set teg her hjá mær.

So droyma vit, so droyma vit um summarið ið var.

Leybastund Tróndar.
Deyður Sjúrður Tollaksson,
deyður Tóri lági,
oyðin verður Tróndar lon,
onga hevnd eg fái.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0447.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free