- Project Runeberg -  Lesibók /
432

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

24. Ágrýtin hundur fær ofta rivið skinn.

25. Átarin goymir sær eftirbita.

26. Armóðin kemur fyrst á føturnar og síðani á allan kroppin.

27. Einki er so balt, at tað verður ikki eina ferð alt.

28. Bráð er barna lund.

29. Bleytt er barnsins hjarta.

30. Lítil er barnsins uggi.

31. Barnið grætur ikki, tá ið tað fær vilja sín.

32. Brent barn ræðist eldin.

33. Tað er guðsbarn, ið batnar.

34. Barnið dugir hvörki at ljúgva ella loyna.

35. Ilt er barndømi at kasta.

36. Tí er ikki sætið rótt, at komin er á banasótt.

37. So leika bátar sum skip.

38. Mangur fæst við boga, og er ikki mentur upp at toga.

39. Bundin er bátleysur maður.

40. Hann fær byr, ið bíðar, og havn, ið rør.

41. Sjaldan er berskakin bestur.

42. Bert er bróðurleyst bak.

43. Best er manni at biðja, tá ið hann er sjálvbjargin.

44. Betra er bøtandi hond enn spillandi tunga.

45. Ilt er at binda hund við smörleyp.

46. Hin blindi bað leiða seg, hvar nakað var.

47. Ilt er at byggja borð fyri báru.

48. Fátt er betri (verri) enn á orði haft.

49. Teir sova ikki, ið boðini bera.

50. Fyrr brestur enn bognar.

51. Ilt nýtst av bráðræsi.

52. Tað er bót á borði.

53. Skælingur bregður til Kolturs, tíat grót er í báðum.

54. Mangur kann at bera á báðum öxlum.

55. JDagur dettur av degi.

56. Mangur er deyðs manns arvingi og ikki er deyðs manns
bróðir.

57. Dúgulig móðir elur lata dóttur.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0452.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free