- Project Runeberg -  Lesibók /
433

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

58. Dugandi maður fær sær altíð eitthvört til vopn.

59. Sjaldan kemur dúvu ungi úr ravnseggi.

60. Drúgt er tað, ið drýpur.

61. Ikki verður dugandi maður, ið kallaður er burtur úr ætt.

62. Deyðin spyr ongan eftir.

63. Deyðin hyggur ikki at tonnunum.

64. Hvar ein skriðan er lopin, er onnur væntandi.

65. Betur draga tveir fuglar í reiðrið enn ein.

66. Seinar eru einar hendur.

67. Ein er tráðurin endanum næstur.

68. Eingin metur einbýli við tað, sum tað er vert.

69. Krákan flýgur best,tá hon er einsumöll.

70. Kemur fyrst ein danskur maður í stovuna, koma væl
eftir fleiri.

71. Sjaldan týnir maður so fliður, at krákan fær ikki eina.

72. Ring er músin, ið ikki hevir meira enn eina holuna.

73. Ein býtlingur kann at spyrja meira enn ein vísur kann
at svara.

74. Eingin eiður er so væl gjördur, at hann var ikki betur
ógjördur.

75. Eldur er góður vinur, men ringur óvinur.

76. Ein kann leiða oxan at ánni, men tíggju fáa hann ikki
at drekka.

77. Sá, ið einki veit, er hvórjum manni leiður.

78. Albogaslag og einkjumannasorg — tað verður mett javnt.

79. Alt er betra enn einki at eiga.

80. Einki er so ilt, tað er ikki gott fyri eitthvört.

81. Fáur kann eitt barn at eiga.

82. Eitt eyga er skjótt at bregða.

83. Eitt er sum einki, tvey sum tíggju.

84. Kemur tað fyrst til eitt og tvey, tá kemur tað skjótt
um allan heyg.

85. Einki tekst har sum einki er.

86. Betri er sjálvur at eiga enn bróður at biðja.

87. Hann, ið kúnna eigir, gongur halanum næstur.

88. Hvat skal mær tað eyga, eg einki síggi við.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0453.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free